Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ognarpolitikkurin hjá landinum yvirfyri Bank Nordik

2019-04-29 13:04
Fíggjar- og búskaparpolitikkur

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§52a), um ognarpolitikkin hjá landinum yvirfyri Bank Nordik. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hví velur Bank Nordik at útgjalda vinningsbýtið ístaðin fyri at bjálva bankan fíggjarliga fyri at standa móti tapi ella einum møguligum búskaparligum bakkkasti í samfelagnum?

2. Hvussu ger landið sum stórpartaeigari sín ognarpolitikk galdandi í slíkum førum?

3. Heldur landsstýriskvinnan, at grammleikin til útgjaldan av vinningsbýti er í tráð við ognarpolitikkin og áhugamálini hjá landinum sum partaeigara?

4. Hvørjar strategiskar ætlanir hevur landsstýrið um ognarlutin hjá landinum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at Bank Nordik boðaði herfyri frá, at bankin hevur valt at linka síni NEP-krøv og útgjalda ávísan avlopskapital til partaeigararnar.

Samstundis er álagt føroysku bankunum umfatandi solvenskrøv til at reka bankavirksemi, serliga krøv um tapsabsorbering og rekapitalisering av eginpeningi. Krøv, sum hava við sær, at bankarnar skulu til at savna saman nógvan kapital, sum ikki kann verða virkin til íløgur o.a., óvirkin kapitalur. Hetta er tað, sum eisini verða kallað NEP-krøv (nedskrivningsegnede passiver).

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at hví ikki heldur styrkja og bjálva bankan fíggjarliga, heldur enn at veita vinningsbýtið til útlendskan spekulant, sum nærmast bara hugsar út frá shareholder valuemeginreglunum (so stórt avlop ella profit sum gjørligt) og ikki hugsar serliga nógv út frá stakeholder valuemeginreglunum (taka hædd fyri ynskjum og krøvum frá eksternum áhugabólkum og samfelagnum sum heild).

Bank Nordik er ein banki, sum eisini hevur almennan ognarskap og tað, sum fer fram í virkseminum virkar ógreitt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN