Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

At bíða í fleiri mánaðir við knyklum, kann als ikki góðtakast.

Óforsvarligar bíðitíðir til mammografi

2015-01-18 16:58

Hvussu kann tað yvirhøvur koma fyri, at ein kvinna, sum hevur knyklar í bróstinum, og frá lækna hevur fingið ávísing til mammografikanningar, noyðist á bíða í heilar fýra mánaðir? Hetta seti eg landsstýrismanninum munnligan fyrispurning um á tingfundinum komandi mikudagin. Eisini skal hann svara uppá, hvussu nógvar kvinnur í løtuni standa á bíðilista til mammografi, hvussu long bíðitíðin er fyri at sleppa til mammografikanningar og hvussu nógvar kvinnur mugu bíða í longri enn 14 dagar at sleppa framat? KH skal eisini svara, hví nýggjar leiðreglur komu og í hvønn mun tær hava longt um bíðilistarnar.

Ein kvinna hevur alment greitt frá, at hon í fýra mánaðir hevur livað við stórum ótta, tí hon kennir sær knyklar í bróstunum, men hóast ávísing frá lækna, ikki er sloppin til mammografikanningar á sjúkrahúsinum. Hetta hoyrir snøgt sagt ikki heima í einari nútímans heilsutænastu anno 2015.

Nýggjar leiðreglur fyri mammografikanningar, sum frættist um í fjør heyst, tykjast hava skapt bæði ørkymlan og ótta.

Seinastu mánaðirnar hevur fleiri ferðir verið frammi um drúgvar bíðitíðir og trupulleikar hjá kvinnum at sleppa til mammografikanningar. Hóast landsstýrismaðurin alment hevur sagt, at málið er loyst, so tykjast kommunulæknar ikki vera av somu fatan.

Bróstkrabbi er tað slagi av krabba, sum rakar flest kvinnur. Tíggjunda hvør kvinna fær hesa álvarsomu sjúku. Tíbetur eru viðgerð og útlitini til at gerast frísk bøtt munandi seinastu mongu árini. Ein fyritreyt fyri at hava góðar møguleikar at gerast frísk, er, at møguligur krabbi verður staðfestur so snimma sum gjørligt. Kanningar hava víst, at bróstkrabbi í mongum førum verður staðfestur ov seint í Føroyum.

Á Løgtingi 15. januar 2015

Bjørt Samuelsen
tingkvinna