Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ódnartøk í mentamálum

2012-09-14 16:49

Býráðssamgongan í Havn hevur tikið ódnartøk í mentanarmálum.

Risastór tøk eru tikin á skúlaøkinum og onnur standa fyri framman. Vit fingu eftir fáum árum nýggjar fólkaskúlar við Løgmannabreyt og á Argjahamri, bygdir eftir framkomnum skúlahugsanum við rúmi fyri frítíðarskúlanum.

Vit standa fyri at fara undir ein Vesturskúla úti á Fløtum at avloysa gamlar skúlar. Skúlastýrini í kommununi hava givið sítt tilmæli, sum býráðið hevur tikið undir við, og bygginevnd er ávegis sett.

Vit standa fyri at dagføra næstseinastu lonina á Eysturskúlanum og síðani at dagføra Hoyvíkar skúla. Vit hava brúk fyri báðum, men teir eru slitnir.

Vit fara at byggja ein tíðarhóskandi musikkskúla á fløtuni eystanfyri Norðurlandahúsið. Hann kemur í staðin fyri skúlan á Frúu trøð. Við hesi ætlan ásannar býráðið tann stóra týdning, sum tónleikafrálæran í Tórshavnar Musikkskúla hevur fyri tey ungu. Næsta takið verður at skipa fyri, at fleiri sleppa upp í part.

Vit arbeiða yvir háls og herðar við spælistaðnum, sum tónleikalívið í býnum hevur longst eftir. Allar neyðugar samtyktir eru gjørdar um at skipa Reinsaríið í Tórsgøtu sum spælistað fyri tónleik. Arbeiðið fer í gongd aftur, tá tey allarseinastu myndugleikaloyvini liggja á borðinum.

Kvøldskúlin í Havn er komin undir egið tak ovast í Krókabrekkuni, har hann hevur góðar umstøður til sína umsiting og neyðug hølir til lærugreinir, sum ikki kunna hýsast í fólkaskúlunum. Kvøldskúlin heldur til í fólkaskúlunum við sínum 2500 næmingum í 150 lærugreinum. Her verða javnan boðin fram nýggj tilboð til ung sum eldri, eisini arbeiðsleys.

Dansimentanin hevur fingið sítt. Býráðið stuðlaði felagnum Dansifrøi at byggja dansihúsið í Gundadali. Vit vænta okkum nógv av dansiundirvísingini. Vit stuðla filmsframleiðsluni hjá Klipfiski, Tjóðpallinum, Sjónleikarhúsinum og Symfoniorkestinum.

Kanska týdningarmesti mentunarstovnurin í kommununi, býarbókasavnið, er vorðið meiri sjónligt við inngongd úr gongugøtuni. Fleiri stig eru í umbúnað til tess at kunna veita eina góða nýtíðar tænastu.

Tilsamans eru hetta ódnartøk, sum eru framd seinastu árini, og skal okkum verða eitt gott og innihaldsríkt lív lagað, so verður ikki steðgað á her.

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn