Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Teknisk forðing ímóti føroyskari matmentan, burtur nú!

2012-10-04 05:11

Herfyri var aftur eitt álop á okkara tilfeingi og matmentan. Kræsnir gourmetkokkar høvdu keypt av tí besta neytakjøtinum av Sandi, men tað var ikki flett eftir EU reglugerð. Myndugleikarnir legði hald á kjøtið, sum endaði í brenniovninum á Sandvíkarhjalla.

At ein EU paragraff av onkrari orsøk er komin í gildi her, er ein teknisk forðing fyri at útvinna okkara egnu rávøru, og spennir bein fyri siðbundnu matmentanini.

Krøvini fyri at hagreiða og selja kjøt og grønmeti muga verða rímilig, soleiðis at tey eru til at lúka. Vit mugu hava eina góðskuskipan, sum er tilpassað føroysku viðurskiftunum. Ikki stórvinnu í EU.

Ráðvøra er so grundleggjandi í okkara kosti, tí er tað okkara rættur sum forbrúkarar, at avgera, um vit vilja keypa føroyska vøru ella EU-stemplaða.

Øll argument tala fyri, at vit skula eta lokalan mat. Tað er betri fyri umhvørvið, skapar arbeiði, fjølbroytni, styrkir okkara sjálvsfatan og tryggjar sjálvbjargni.

Tórshavnar Kommuna umboðar meir enn 2/5 av landsins íbúgvum, eisini fleiri stór- og smábøndur. Landið, sum varðar av hesi køvandi lógini letur bara standa til. Tí má Tórshavnar kommunan traðka til, og verja bøndurnar, útróðrarmanninum, teimum ið velta og teimum, ið ynskja at keypa góða føroyska rávøru.

Vit skula heldur ikki gloyma, at føroyskur matur kann blíva ein stór søluvøra í ferðavinnuhøpi. Við tvífaldaðari játtan til Ferðaráðið, er optimisma aftur komin í ferðavinnuna. Eingin kann vita, hvønn týdning matframleiðsluvinnan kann fáa, tí má lógarverki fáast í rætt lag.

Um tað unnist mær at koma í býráðið, fari eg at gera mítt til, at bóndin fær selt sítt kjøt og avroð, og rabarbubóndin sínar rabarbur. Kommunan skal gera karmar fyri einum livandi sølutorgið í Vágsbotni og ikki minst, einum Tórshavn Matfestivali.

Bjørg Dam
valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu