Nýggjur musikkskúli í høvuðstaðnum

Andrea Heindriksdóttir 
   
Tað er at fegnast um, at nýggjur musikkskúli nú loksins verður bygdur í høvuðstaðnum. Tað hevur, sum so mangt annað, tikið tíð, men gleðiligt er tað, at tað nú røkist fyri, at hesin verður bygdur - skjótast.

Musikkskúlin varð settur á stovn sum ein royndarverkætlan fyri sløkum 30 árum síðani, og hevur hesi árini ment seg, til at verða ein frammúr góður skúli.

Í dag er musikkskúlin, skúli fyri nógvar havnarborgarar - ja skúlin hevur næmingar frá barnagarðsaldri til tilkomnar næmingar. Skúlin hevur stóran týdning fyri virksemi í høvustaðnum, og leggur, við síni miðnámsútbúgving, lunnar undir framtíðar føroyskar útbúnar tónleikarar.

Sera stórt virksemi er í skúlanum, og umfatar skúlin næmingar, sum fáa eina holla útbúgving í sínum ljóðføri – eina læru tey kunnu gleðast um restina av lívinum.

Afturat vanligu undirvísingini er eisini stórt tal av samanspælsbólkum og orkestrum á skúlanum. Hesi venja regluliga hvørja viku, og eru ofta at hoyra til ymisk høvi í Havnini.
Tað er at fegnast um, at skúlin og tey sum ganga har, eru sjónlig í býarmyndini, og á henda hátt eru við til at mynda býin, og tað sum rørir seg í býnum.

Eisini hevur musikkskúlin frammhaldsnám, kallað musikkskúlamiðnám, har næmingar sum ætlað undir víðari lestur innan tónleik, kunnu fyrireika seg. Hesir næmingar sum útbúgva seg í musikkskúlanum, og fara í onnur lond at lesa tónleik, fáa góð skoðsmál. Hettar kann skúlin vera errin av – tí sera torført er at koma inn á tónleikaskúlar uttanlands, til víðari útbúgving innan tónleik. Tað vísir seg aftur og aftur, at næmingar úr føroyska musikkskúlanum eru væl fyri, og koma so at siga allir næmingar frammat útbúgvingartilboðum. Hettar borgar fyri góðsku, og er samtundis eitt herðaklapp til teirra, sum vara av skúlanum og tí arbeiði, har fer framm.

Tað er eingin loyna at bygningarnir har skúlin nú heldur til, eru alt annað enn nøktandi. Tí er tað sera kærkomið at fáa nútíðarhóskandi høli til skúlan.

Á pallborðsfundi á mentanarnáttini 8. Juni 2012, vóru býráðspolitikkarar á einum máli um, at nýggi musikkskúlin skuldi byggjast beinanvegin, og tað er at frøðast um.

Einki er at ivast í, at slíkur nýggjur bygningur verður til gleði og gagns fyri allar borgarar og at virksemi, við nýggja musikkskúla bygninginum, fer at økjast munandi.