Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýggjársheilsan frá Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs kommunu

2019-12-30 10:08


Nú fór so fram við okkum enn eitt ár,
um tímar fáar inn í nýtt vit stíga,
vár, summar, heyst – so skjótt tey mundu líða
nú veturin á hægst tindi stár.

Soleiðis tónaði sangurin frá stórari fjøld í salinum í VB-húsinum ár um ár til nýggjársveitsluna, sum í meiri enn ein mansaldur var partur av nýggjárshaldinum í Vági. Skaldið NePtuN eigur sjálvandi orðini – og er hetta ein av mongum yrkingum, sangum, sálmum og tættum, sum NePtun hevur ríkað okkum við í longri tíð enn tey flestu minnast.

Árið er farið at halla, og áðrenn fyrstu fetini verða tikin inn í nýggja árið, leita tankarnar hjá okkum aftur á árið, ið fór. Nøkur okkara minnast tað við sorgblídni sum árið, har okur mistu ein av okkara kæru, meðan onnur fara at minnast tað sum eitt gott ár við gevandi løtum og góðum minnum.

Nærumhvørvi okkara hevur seinastu árini verið fyri stórum broytingum. Frá at hava verið ein av stóru fiskivinnubygdunum í landinum, har tað fyri eini 10-15 árum síðani virkaðu eini 250-300 fólk á flaka- og fiskavirkjum á keiini og umborð á skipum og bátum, sum vóru heimahoyrandi her, so er fiskivinnan í dag svunnin burtur í onki.

“Virkisfýsni fólki merkir”, yrkir NePtuN í “Heimbygdin mín” – og har ein hurð letur aftur ræður um at síggja møguleikar í nýggjum leiðum, har aðrar hurðar latast upp.

Vinnu-, handils- og tænastulívið í nærumhvørvinum tekur eisini hvørt ár, hvønn mánað, hvørja viku og hvønn dag týðandi tøk og skapar virksemi og skapar størv, sum er so avgerandi fyri liviumstøðurnar her á staðnum. Hjartans tøkk eiga tykur fyri tað!

Tað er eisini við spenningi, at okur fylgja við nýggjum vinnuligum ætlanum í nærumhvørvinum bæði á pelagiska økinum, innan alivinnuna og innan ferðavinnuna – tykkum eins og øllum øðrum vinnurekandi bera okur øll góð ynskir fyri framtíðini.

Seinastu árini eru nýggjar vinnur vorðnar alsamt sjónligari í nærumhvørvinum – vinnur innan upplivingarbúskapin, sum fevnir um m.a. ferðavinnu, upplivingarvinnu, ítróttarvinnu, upplivingar- og ítróttarskúlar og so framvegis. Ár um ár legst spakuliga afturat, og við tíðini fara alsamt fleiri størv at verða innan hesa vinnur, sum fara at blíva eitt bein afturat hjá okkum at standa á.

Árið 2019 var metár hjá ferðavinnuni í nærumhvørvinum, og hóast okur ikki hava neyv tøl frá øllum liðum, so bendir alt á, at talið av gistingum nærum tvífaldaðist í 2019 samanborið við 2018. Hetta merkist fíggjarliga bæði hjá hotellinum, útleigarum av húsum til ferðavinnuna, kampingplássinum, matstovum, handlum og kioskum, fyritøkum sum bjóða útferðir, og eisini hjá Páls Høll og Marghøllini.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri og okur gleðast eisini um, at nýggjar íløgur verða gjørdar innan ferðavinnuna, soleiðis at talið av songjaplássum til vitjandi veksur munandi komandi árini. Økt og betri tilboð til ferðafólk skapar øktan eftirspurning – og fer hetta eisini at skapa framhaldandi vøkstur innan ferðavinnuna.

Kommunan hevur seinastu árini miðvíst roynt at skapa góðar karmar og eisini at skapa góða atkomu til náttúruvøkur støð. Hildið verður áfram við hesum í 2020. Liður í hesum er eisini íløga í nýggjan vatnrusjibana í Páls Høll, sum verður settur upp í mars mánað komandi. Hetta fer væntandi eisini at skapa øktan áhuga fyri at vitja í Vágs kommunu, samstundis sum hetta fer at gera Páls Høll enn meiri innbjóðandi fyri okkum her á leiðini.

Upplivingar- og ítróttarvinnan er ein partur av upplivingarbúskapinum, sum veksur skjótt kring allan heim. Í nærumhvørvinum síggja okur eisini stóran vøkstur innan hesar vinnur, nú tað er vorðið vanligt hjá bólkum úr øllum landinum at leita sær upplivingar í Vági, og ikki minst hjá ítróttarfeløgum innan alskyns ítróttargreinar at koma til Vágs á venjingarlegu. Karmarnir eru góðir, tilboðið er gott, tænastan í topp og samanrenningin við blíðskapin í nærumhvørvinum ger tað lætt at tilvelja Vág sum eitt vitjunarvert stað.

Mest sjónligi parturin av upplivingarbúskapinum í nærumhvørvinum er tó Ítróttaháskúlin, sum nú hevur 3½ ár á baki. Tað vóru helst fleiri, sum í 2015/2016 ivaðust í, um gongd fór at koma á Ítróttaháskúlan, tí sum onkur segði: “Álvartos, til Vágs á ítróttaháskúla!?”. Hinvegin høvdu fá helst droymt um, at gongdin hjá Ítróttaháskúlanum skuldi verða so framúrskarandi, men við góðum fólki, áræði og virkisfýsni ber næstan alt til.

Seint komandi summar verður nýggja næmingaheimið tikið í nýtslu og skapar hetta møguleika fyri at Ítróttaháskúlin kann taka ímóti enn fleiri næmingum. Vónandi fæst ætlanin um nýggjan skúlabygning í Vaskiskúrinum eisini uppá pláss, nú løgtingið tvær ferðir hevur játtað pening til endamálið, soleiðis at eisini hesir karmar verða fyrsta floks.

Nøkur tøl í kommunalum høpi
Í 2018 gjørdi samt býráð av at yvirtaka Páls Høll, og í vár samtykti samt býráð eisini at yvirtaka Marghøllina. Við hesum tók Vágs kommuna eisini upp nýggja skuld, og fór kommunuskuldin í vár uppum 1 álíkning. Skuldin er tó minkað aftur í seinnu hálvu av árinum, og liggur skuldin hjá Vágs kommunu nú um 1 álíkning. Skuldin minkar eisini komandi ár, og hevur býráðið samtykt at økja um árliga avdráttin til niðurgjalding av skuldini.

Kommunuskuldin ávirkar tó ikki raksturin hjá Vágs kommunu; tøki peningurin er góður og hevur neyvan verið hægri í nógv, nógv ár. Vaksandi inntøkur hava eisini givið rúm fyri at geva borgarunum nakrar lættar komandi ár. Sum kunnugt lækkar skattaprosentið í 2020 samstundis sum barnafrádrátturin hækkar. Skattalættar og hækking í barnafrádráttinum seinastu árini ger, at ein familja við tveimum børnum í 2020 rindar 10-11.000 kr. minni í kommunuskatti enn í 2013.

Vágs kommuna hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Dentur er lagdur á at skapa best gjørligar trivnaðarumstøður fyri allar aldursbólkar, frá vøggustovu til ellis- og røktarheim, samstundis sum Vágs kommuna skal verða eitt spennandi og innbjóðandi stað at búgva og vaksa upp í. Fólkatalið er eisini vaksið seinastu árini og er nú aftur farið uppum 1.350, eftir at fólkatalið á heysti 2013 var komið niður á 1.295.

Áhugin fyri at flyta til Vágs er vaksandi, og sæst hetta eisini aftur í húsasølum seinastu árini. Seinastu árini eru eisini nógv hús seld til summarhús ella verða brúkt til ferðavinnuendamál. Hetta skapar møguleika fyri framhaldandi vøkstri í ferðavinnuni. Húsasølurnar gera tó eisini, at fá hús eru tøk til keyps ella langtíðarleigu, sum so aftur førir við sær, at tað ikki er lætt hjá einstaklingum og familjum at finna sær hóskandi bústað í Vágs kommunu.

Hesi viðurskifti kunnu eisini ávirka møguleikan fyri framhaldandi fólkavøkstri og tískil er sett á skrá ætlan um at fáa bygt leigubústaðir og verður meiri at frætta um hesa og fleiri aðrar spennandi kommunalar verkætlanir eftir ársskiftið.

Gott nýggjár!
Um fáar tímar endar eitt hendingaríkt 2019 og farið verður inn í eitt nýtt ár og eitt nýtt áratíggju. Vágs kommuna er í spennandi og góðari menning, og tekin eru í sól og mána um, at góða gongdin í Vágs kommunu fer at halda fram í 2020.

Gongdin í einum felagsskapi, sum ein kommuna jú er, er neyvt tengd at, hvussu okur í felag taka lógvatøk og virka fyri framburði her á staðnum. Megnararbeiði, sum verður gjørt í sambandi við nýggjárshaldið í Vági, kann í so máta geva okkum øllum íblástur, tí eins og øll kunnu bjóða seg fram at taka eina hond í á nýggjárunum, soleiðis eru øll eisini vælkomin at geva sítt íkast til, hvussu okur í felag gera Vágs kommunu til eitt enn betur stað at búgva og virka í.

Eg fari at enda við einum ørindi úr nýggjársanginum hjá NePtun og ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár við takk fyri brátt farna árið.

Tøkk fái tit, sum lunnar løgdu her
og fingu bygdarfólkið samansjóðað.
Tak hendur saman, meðan ynski ljóða:
- Gott nýttár øll – takk fyri tað, sum fer !

Dennis Holm,
borgarstjóri

Myndina tók Mortan Mortensen