Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýggja løgreglustøðin: Spurvar og kanónir hjá løgregluni

Ljót ella vøkur? Hetta var yvirskriftin á grein um útsjóndina á nýggja løgreglustøðin í Havn. Áhugaverdur spurningur og eisini áhugavert at kjakast um. Men tað finnast eisini aðrir minst líka so áhugaverdir og týðandi spurningar at seta í sambandi við útsjóndina á komandi løgreglustøðini í Havn, so sum: Hvat hugsar tú, tá ið tú sært hesa komandi løgreglustøðina? Hvørjar kenslur vekir hon?

Nørrebro og Tórshavn

Fyri skjótt nógvum árum síðan vórðu fleiri lokalar løgreglustøðir niðurlagdar runt um í Keypmannahavn, eitt nú á Nørrebrogade. Tá vóru fleiri íbúgvar, sum hildu, at hetta var eitt afturstig fyri grannalagið. Fyri íbúgvarnar var tað umráðandi, at løgreglustøðin var har, tí hildið varð, at hon hevði ein fyribyrgjandi virknað á kriminalitetin í útsetta býarpartinum og gav íbúgvunum tryggleika. Minnist meg rætt, var niðurlagda politistøðin á Nørrebrogade á stødd við handlarnar í gøtuni við tveimum vindeygum út móti vegnum og einum politiskelti á hurðini. Hon var hvørki eyðsýnd ella áleypandi.

Verður tankin um fyribyrging og tryggleika fluttur til Havnar, fær ein við nýggju politistøðini fatan av, at Havnin og kanska Føroyar sum heild hava ovurhonds stórar avbjóðingar við kriminaliteti og ótryggleika. So stórar, at neyðugt er at minna íbúgvarnar á, at lovens lange arm altíð er til staðar.

Ein greiður boðskapur

Sum samskiftsfólk eri eg skúlað í at hugsa í boðskapi, móttakara, avsendara og so framvegis. So tá ið eg síggi tekningar av nýggju løgreglustøðini reisast beinanvegin spurningar sum, hvat tey hava hugsað við hasum bygninginum, mitt í ferðslutættasta økinum í Føroyum. Hon er stór, ja, og helst eisini egnað innandura til tað, hon er ætlað. Men hyggjast má eisini at eini løgreglustøð við øðrum brillum. Hyggi eg at nýggju løgreglustøðini við samskiftisbrillum, so er eyðsæð, at hon í sínum komandi hami sendir ein boðskap.

Hon verður løgd mitt í býnum, beint við ein av høvuðsvegunum. Bara við staðsetingini sjálvari gerst boðskapurin tann, at løgreglan er sentral og viðkomandi. Við teimum komandi umbyggingunum gerst støðin nógv sjónligari enn áður. Skuldi nakar hóast hetta farið at ivast í, hvar løgreglan heldur til, so tryggjar staðsetingin við vissu, at vit altíð fáa tað við, tá ið løgreglan framyvir fer ýlandi og blinkandi oman ella niðan gjøgnum býin hvørja ferð, okkurt er á vási.

Høg, hægri, hægst

Løgreglustøðin liggur eisini høgt uppi í mun til miðbýin, og nú verður hon hækkað eina heila hædd. Harvið kann løgreglan úr sínum høga torni við yvirdekkaðum glasenda frítt eygleiða býin. Øvut kunnu vit borgarar altíð síggja hana, upp til hana, tí tá vit ganga ella koyra fram við høgu svørtu húsaveggjunum, gerast vit natúrliga lág og smá.

Sniðið er stramt og stívt. Klædningurin er svartur, og alt, sum brýtur reinu linjurnar, so sum úthang og vinklar, er burturbeint. Vindeyguni eftir síðunum eru smøl og eintáttað, og skjøldrarnir hava skap av hvøssum pílum, sum peika beint uppeftir. Kanska eru pílarnir klárir at skjóta yvir býin?

Eftir mínum tykki er boðskapurin ivaleysur. Á løgreglustøðini er eingin slingur. Har er alt málrættað, effektivt og presist. Alt er reglurætt, stramt og myrkt. Hetta er álvarsamt, innilæst. Ja, og so var tað fongslið. Tað er eydnast arkitektunum at fáa støðina at líkjast bæði einum festningi og einum fangahúsi.

Ósamsvar millum bygning og samfelag

Víst er støðin ikki ørindaleys, hvat boðskapi ella signalum viðvíkir. Men so er eisini viðkomandi at spyrja: Hvør er ætlaði móttakarin av boðskapinum? Meira leiðandi spurningar kundu verið: Er hetta ein hóskiligur boðskapur til borgararnar í einum av heimsins tryggastu londum og við lítlum kriminaliteti? Liva vit føroyingar í støðugum ótta og ótryggleika? Eru vit potentielt so stórir bandittar, at vit dagliga mugu verða mint á, hvat hendir, um vit bróta lógirnar? Er tað neyðugt og ynskiligt, at løgreglan er so markant í býarmyndini? Ikki eftir mínum tykki. Tvørturímóti tykist tað mær, at her verður skotið eftir spurvum við kanónum.

Danskur høvundur í Weekendavísini, sum vitjaði í Føroyum, skrivaði herfyri, hvussu hann frøddist, tá ið hann sá BankNordik. Hann helt seg hava funnið listasavnið, og eina sæla løtu helt hann, at føroyingar veruliga settu listina í hásætið. Hann gjørdist tó skjótt klókari. Og hvat fara hann og onnur við honum at hugsa um Havnina, hennara íbúgvar og okkara samfelag sum heild, tá ið tey síggja nýggju løgreglustøðina?

Spyrt tú meg, so er hendan nýggja løgreglustøðin og tað, hon signalerar, í fullkomnum misljóði við umhvørvið, býin og tað samfelagið, sum hon fer at standa so mitt, mitt í.

Ljót ella vøkur? Mest misskild og misvísandi.