Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýggj pensjónsskipan í 2020

Smidligari og betri skipan
Um skipanina, sum verður galdandi fyri tey, sum verða pensjónistar í 2020 og frameftir, er at siga, at tey flestu fáa hægri pensjón eftir nýggju skipanini samanborið við gomlu skipanina.

Serliga tey, sum hava onga ella lága inntøku umframt pensjónina.

Pensjónistar, sum hava høga inntøku umframt fólkapensjón og samhaldsfasta, merkja ikki hækkingarnar á sama hátt.

Hevur ein pensjónistur í nýggju skipanini aðrar inntøkur omanfyri 210.000 kr. um árið, so fær hesin minni útgoldið í almennari pensjón eftir nýggju skipanini, samanborið við gomlu skipanina. Tó kann pensjónisturin hava aðra inntøku upp til 350.000 kr. um árið, áðrenn grundupphædd og viðbót er fult mótroknað.

Men Samhaldsfasti fellur ongantíð burtur – tvørturímóti hækkar Samhaldsfasti við 1.000 kr eftir skatt.

Útsett og framskundað pensjón
Sum nakað nýtt fer tað at bera til at útseta pensjónina í eitt ella fleiri ár. Velur man at gera tað, hækkar bæði grundupphædd og viðbót, tá ið pensjónin tekur við.

Somuleiðis verður møguligt at framskunda pensjónina, um heilsan bilar.

Hetta eru tveir nýggir møguleikar, sum gera pensjónsskipanina munandi smidligari.

Eingin mótrokning millum hjún
Og síðst men ikki minst, so fara hjún ikki at verða mótroknað í pensjónini sambært nýggju skipanini.

Pensjónsaldurin í 2020-skipanini
Skotið verður upp at hækka pensjónsaldurin í 2025 við hálvum ári, og í 2030 við einum hálvum ári afturat – so at pensjónsaldurin í 2030 verður 68 ár.

Hetta er sami pensjónsaldur sum í Danmark.

Ætlanin við nýggju pensjónsskipanini er í stuttum at:
1. Tryggja hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku
2. Gera tað meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur
3. og framtíðartryggja vælferðarsamfelagið

Javnaðarflokkurin fer á fundum kring landið eins og í skrift og talu at kunna neyvt um ætlaðu broytingarnar. Vit fara sjálvandi eisini at lurta eftir teimum hoyringarsvarum, sum koma fram.

Tað er og hevur altíð verið hjartamál Javnaðarfloksins at tryggja føroyskum pensjónistum virðilig kor á ellisárum – og tað er eisini endamálið við hesari pensjónssemju, sum nú verður løgd til hoyringar og alment orðaskifti. Vit harmast um tær nógvu ógrundaðu illgitingar, sum hava merkt tíðindaflutningin í seinastuni.

Javnaðarflokkurin hevur ongar ætlanir um at taka vunnin rættindi frá føroyskum pensjónistum. Tvørturímóti vilja vit framtíðartryggja hesi rættindi, so at tey fylgja við tíðini.

Javnaðarflokkurin