Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýggj gransking: Oljudálking í Arktis vil forkoma øllum livandi.

2014-01-30 05:24

Oljudálking í Arktis vil fullkomuliga oyða alt livandi, fisk og súðdjór, og taka burtur grundarlagið hjá grønlendingum og arktiska fólkinum at kunna búðleikast í økinum. Eg nevndi fyri stuttum, at oljudálking vil oyða lívfrøðina av smáverum, ið er grundarlagið fyri øllum øðrum livandi, og verður hetta nú staðfest í nýggjari frágreiðing frá Aqua Torkel Gissen Nielsen, professara á DTU, sum er gjørd í samstarv við lesandi og granskarar á Aarhus Universitet og Grønlands Kimaforskningscenter.
Føðigrundarlagið í Arktis eru sonevndu vatnloppurnar, ið eru minni enn ein centimetur til støddar. Vatnloppurnar líva av algum og vilja bert heilt smáar nøgdir av olju forða eggunum hjá vatnloppunum at kunna klekjast, og eru ikki hesar loppur, so er eingin føði til fiskayngulin - og so kunnu nokk flest øll rokna út hvat tað inniber.
Fullkomið bann má setast fyri oljuleiting, oljuborðingum og útvinnan av olju í Arktis. Roknast má við at skilamaðurin Jan Myller, ið dag og dagliga promoverar oljuvinnuna, nú vísir, at hann hevur etikk og moral, og klárt meldar út, at hetta á ongan hátt er ráðiligt, og tí gevur sínum arbeiðsgevarum boð, at teir skulu gloyma Arktis.
Støðan hjá Kaj L. H. Johannesen, løgmanni, og samgonguni, til oljuvinnu í Arktis, kenna vit, og vita, at hesir hava ongan moral og onga ætlan til tryggjan av framtíðar umstøðunum hjá fólkunum í Arktis. Støðan hjá andstøðuni er hinvegin heldur ullint og ókend, tí her verður ikki meldað klárt út hvør støðutakanin er til hetta álvarsmál.


http://m.jyllands-posten.dk/nyviden/ECE6439492/jagt-pa-olie-kan-knaekke-foedekaeden-i-arktis/

Kári Thomsen