Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

NÝFALLIN KAVI OG HVÍTA SAMVITSKAN

SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus, Glyvrar, páskamorgun 01.04.2018 Gjaranes@gmail.com tlf: 228314

MYND: Mín fýrbeinti "abbasonur"

____________________________________________________________________

NÝFALLIN KAVI OG HVÍTA SAMVITSKAN

Tá eg kom upp í morgun og trekti gardinurnar frá og sá, at alt var reint og hvítt rundan um ein, tí nýfallin kavi var fallin yvir náttina, komu orðini í Esaias kapitul 1 og ørindi 18 til mín: “Um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull!”

Eg hugsaði, at samanfallið millum hvíta kavan og páskamorgun var so talandi, tí júst páskamorgun staðfesti Gud-Faðirin fyri menniskjum, at nú er fullkomin bót gjørd fyri syndir menniskjans, við tað, at Hann reisti upp Son sín páskamorgun. Tað er eisini so talandi at síggja merkið í húnar hátti í morgun, tí ein morgun sum henda hava vit orsøk at Flagga og rópa Halleluja.

Tann, sum trýr vitnisburði Guds um Son sín, at hann doyði og var ofraður fyri syndir mínar, og játtar sína trúgv fyri Gudi, honum/henni verður rættvísi Guds roknað - og samvitskan fyri Gudi verður hvít sum kavi og hvítasta ull!!!!