Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Nýbyggjarar í Havn

2020-10-29 08:25

Tað er stuttligt og spennandi at fylgja Sunnvá og Martini í sendingini Nybyggerne. Góður íblástur til at innrætta heimið og undirhaldandi at síggja.

Vit krossa øll fingrar fyri, at tey vinna húsini.

Hjá ungum pørum og barnafamiljum í Havn er straks verri at gerast nýbyggjari.

Fyrsta treytin fyri at byggja er, at grundstykki eru til barnafamiljurnar.

Eg lovi at arbeiða fyri, at kommunan altíð skal hava tøk grundstykki. 50 nýggj grundstykki um árið er tað heila, sum skal til - og tað ber til. Tá sleppa allir nýbyggjarar framat.

Hugurin at búgva í Havn er stórur, og tað er at fegnast um. Tí fer tað heldur ongantíð at verða ein váði fyri kommununa at útstykkja, tí barnafamiljur fara altíð at bíða spentar eftir at keypa eitt grundstykki í høvuðsstaðnum fyri kostprís.

Eitt grundstykki fyri áleið 700.000 kr frá kommununi er ein góð byrjan til dreymaheimið. Og eitt heim skulu øll hava.

Vit vita, at tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott.

Tí skulu familjurnar kenna seg tryggjar í, at vilja tær gerast Nýbyggjarar í Havn, so skulu tær sleppa tað. Tær skulu altíð kunna keypa eitt grunstykki frá kommununi fyri kostprís.

So kunnu tær gera sum Sunnvá og Martin og innrætta heimið, sum tær ynskja tað.

Gott val 10. novembur.

Høgni S. Reistrup
Býráðsvalevni í Havn