Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nútímans skip til leysu oyggjarnar

2019-11-05 11:21

Tíðarhóskandi ferðasamband til oyggjarnar uttan vegasamband er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum. Tí hava vit í Tjóðveldi lagt fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar um eina greiða ætlan um at endurnýggja strandfaraflotan við nýbygdum tíðarhóskandi ferjum til allar oyggjaleiðirnar innan fá ár, og sum raðfestir endurnýggjanina í langtíðarkørmunum.

Fyri 300-350 milliónir kr., býtt yvir nøkur ár, ber til at endurnýggja allan flotan. Ætlanin eigur at byggja á breiða politiska semju, ið røkkur longri enn eitt valskeið, soleiðis, at greiða ætlanin kann fylgjast, uttan mun til, hvør samgongan er.

Føroyar eru eitt oyggjaland, og gott dagligt ferðasamband er avgerandi, skulu treytirnar fyri at virka og liva verða javnsettar kring landið alt. Og skulu borgarar og vinna hava eins góðar møguleikar at trívast og mennast. Eitt dagført samband er somuleiðis ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og fyri, at fólk famhaldandi velja at búgva, liva og virka í øllum oyggjunum. 

85% av fólkinum hevur í dag fast samband, og landið hevur gjørt stórar íløgur í vegir, tunlar, brýr og byrgingar fyri at binda saman oyggjarnar. Hetta áleggur politisku skipanini eisini at tryggja tíðarhóskandi samband sjóvegis til oyggjarnar utttan vegasamband. 

Í løtuni verður avloysaraskip bygt, sum verður liðugt í 2020. Tá eigur beinanvegin at verða farið undir at endurnýggja allan SSL-flotan. Borgarar á oyggjunum uttan vegasamband eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær nýtt skip. Er undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir av árliga, kann allur flotin endurnýggjast upp á fimm, kanska seks ár. 

Nýggj Nólsoyarferja og Kalsoyarferja kosta 90-100 mió. kr. hvør. Nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloy/Svínoy kosta umleið 45-50 mió. kr. hvørt. Hestur/Koltur skal eisini hava nøktandi samband og Sam kann umbyggjast til farmaskip at sigla millum oyggjarnar. 

Samstundis má loysn finnast til tær leiðirnar, ið ikki hava nøktandi samband í dag. Sum dømi kann nevnast Mykines, har ferðasambandið ikki yvirhøvur hevur fylgt við tíðini, og ikki livir upp til tørvin hjá fastbúgvandi og vinnu, herundir ferðavinnu í oynni. Hetta er einasta leið, ið hevur verið útveitt. Tað er langt frá ein nóg góð tænasta, at siglt einans verður stutta summarskeiðið, og má siglingin leingjast so langt, sum ráðiligt er at sigla fyri veður. 

Sandoyarleiðin hevur vaksandi avbjóðingar, nú gongd av álvara er komin á arbeiðið við Sandoyartunlinum, og tungur flutningur, knýttur at byggivirkseminum, í stóran mun tekur pláss og darvar bilflutningi hjá borgarum og vinnu.

Langtíðarsemja neyðug 

Eins og flokkarnir á tingi gingu saman um at byggja undirsjóvartunlarnar, so tað um fá ár verður koyrandi í Sandoynna, og farleiðin millum Norðuroyggjar, Eysturoy og Streymoy verður stytt heilt munandi, eigur langtíðarsemja at verða gjørd um tíðarhóskandi samband til allar oyggjar. Tjóðveldi vil eisini arbeiða fyri, at breið politisk undirtøka verður fyri einum fíggingarleisti fyri Suðuroyartunnilin, so farast kann undir hesa farleið, ið er avgerandi fyri framtíðina hjá Suðuroynni. Av tí at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin eru farnar í gongd, verður ikki roknað við nýggjari ferju til Suðuroyarleiðina. Pengar skulu tó vera tøkir til at gera allar neyðugar ábøtur á Smyril og til at leiga hóskandi avloysaraskip komandi árini soleiðis, at Suðuroynni eisini verður tryggjað nútíðarhóskandi ferðasamband.

Ferjur riknar við varandi orku 

SSL-ferjan, sum í løtuni verður smíðað, kann sigla bæði við olju og streymi, so fyrsta stigið at umleggja til umhvørvisvinarlig skip er tikið. Nýggju ferjurnar eiga allar at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mest møguligan mun verður varandi orka – til dømis el ella vetni. Menningin á hesum øki gongur skjótt. Við samtykt av hesum uppskoti, eiga flokkarnir at semjast um at seta fyrstu neyðugu upphæddina av nú á fíggjarlógini fyri fíggjarárið 2020 

Løgtingsmálið er nr. 8/2019: Uppskot til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðirnar 

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Tjóðveldi