Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Null mongolar. Ongin deyv. Ongin blind. Mogga sum mýs... koyr ahead við genmenning!

Eg eri ófrávíkiliga sannførdur um, at tú skalt velja tað normala framum tað ónormala, har tað ónormala er sameint við verri vánum um eitt óvanliga gott lív.

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

Enn halda nógv, at tað, at fría verðina fyri brekaðum og sjúkum og erstatta tey við atletiskum og estetiskum fólki, ber boð um eina óterliga mannaætt.
Tað skilji eg so ikki, tí minni tarni og vanføri, betri er. Eitt nú er tað eitt ótrúliga sigandi ósambæri millum førleikan at elska og verja um onkran við breki, eitt nú ein mongol, at hátíðarhalda hansara avrik og alt annað, og so tað, at familjur, ið longu hava ein mongol, fyri alt í verðini ikki ynskja ein afturat.
Hetta er ikki at háða evnaveik, og í veruleikanum er tí onki samband millum foreldrakærleika, hetta, at vinna á ella hevja seg upp um knústar dreymar, hvat tað, at finna útav, at tú og tín elskaði hava fingið ein mongol, so avgjørt er, og altruistiska ynskið at minka um brek í sjálvum sær.
Nærum uttan undantak uppliva læknar fullstendiga undursom, umsorganarfull og upplýst foreldur, ið elska sítt brekaða barn, men so skjótt sum mamman aftur gerst upp á vegin, spena til sjúkrahúsið at fáa fostrið kannað fyri Downs Syndrome—tí tey ikki ynskja eitt nýtt eitt av slagnum. Púra, um tú vilt, natúrligt... fyri líkasum at brúka substansleysu sjagongina hjá naturalistunum.

Av hesum er handa uppgraderingin eitt kuriosum: at betrivitandi snakkiklassin garrvillur insisterar uppá “fólk við breki” heldur enn “brekað”. Ein serheit, jú, tí hasi, ið víkja frá normalinum, av nógvum tíverri blíva brúkt sum eitt kærkomið áminnilsi um, hvat tey sjálvi ikki eru, og hvussu kristiliga takksom tey eru fyri hetta. Tey tosa væl og gjølla um, hvussu glað vitonnur eiga at vera fyri hesum, til tíðir, ófullkomnu mannaverum, hvussu fantastisk tey eru og ríka okkara samfelag, men látast at gloyma, hvussu tað man vera hjá teimum at vera júst tað. Altso, “fantastiskt” hjá hvørjum?

Tak vakurleika! Almennur ella lívsins vakurleiki, um tað so er í menniskjum, fyribrigdum, bókmentum ella kjaki. Førleikin hjá idiotum at síggja henda vakurleika og dýpa seg í tí áhugaverda vil altíð vera avmarkaður, óheimliga avmarkaður. Ikki bert idiotum-idiotum, men skilt á tann hátt, at tess minni vitborin tú ert, færri fasettir, ið eru at gera við, meiri ein-dimensiónellur ert tú og alt tað, tú ert fyri.
Sjálvandi, tá fyrst komin á fold, skulu andliga og kropsliga skerd individ vera hjartaliga vælkomin og viðurkend, men ikonoklastiski spurningurin stendur tó við—nevniliga: “Høvdu tey ikki verið nógv glaðari uttan nakran merkisverdan meinboga?”

Men ikki fyrrenn vit fáa bilbukt við hatta ótolandi korrektsemið, koma vit víðari. Og tað er heldur margháttligt, tí genmenning og annar progressivitetur verður for tramin steðgaður av presiss somu idiotum, sum av onkrari tankafallandi grund sjálvir halda seg vera “áh so progressivir”, og at heimurin gerst hugaligari, áhugaverdari og vakrari við eini óendaligari røð av sonevndum fyrilestrum um einki... um eitt lív uttan fb ella annað eins djúpt og Hoyvíkstjørn.

Viðurkennandi, eisini av halleluja-kristnum, men serliga Javna og lorta “ekspertfelagsskapum”, ið eginliga ikki hava annað á tallerkinum enn at rópa “javnstøða” og okkurt tankaleyst svass um nasistiskar metodur, hvørjaferð vitonnur vilja víðarimenning av mannaættini.
Javnstøða, hvørt politisk ella materiell, er umráðandi. Bestemt. Men ikki tað slagið av javnstøðu, reyðgrønir sosialistar hava gabbað um síðani framkomuna av frælsisstjalandi vælferðarstatinum. Ikki tað slagið av ótolerantari javnstøðu, ið fer við meirilutanum sum eitt vanabundið og institutionelt brek, hvørs fremsta mið er at trumfa privat frælsi og fólksliga frígering.

Vísindin er væl útliðin innan íleguskoyting, og tí fara valmøguleikarnir bara ein veg. Uppeftir. Eg hugsi tó, at tá ið javnstøðuelitan í Føroyum fyrst fær frænir av, hvussu nógv faktiskt ber til, fer eisini hon at ynskja part av genkøkuni og seta krav um fosturkanningar. Men tá, tíverri, fyri at velja fostur burturúr við abnormalitetum, tá ið meri fullfør, sunn ella óbrekað fostur eru til.
Slík ófræls tulking av javnstøðu er eitt aftursig fyri mannaættina. Fyri tað er onki Donnie Darko at hugsa, at deyv foreldur og Javni í hóslag við Sinnisbata ella MBF fara at halda seg vera diskriminerað ímóti, um ikki tey sleppa fáa eitt deyvføtt barn ístaðin fyri eitt, ið ikki hevur D&V við teknmálstulki fyri neyðini (pluss, so spara vit hasa tænastuna burtur).

Eg eri ófrávíkiliga sannførdur um, at tú skalt velja tað normala framum tað ónormala, har tað ónormala er sameint við verri vánum um eitt sera gott lív. Eg haldi, at tað væl ber til at hava eitt gott lív sum deyvur ella blindur, men eg haldi eisini, at eitt deyvt barn stendur fyri bágsteinum, ið hoyrandi børn ikki gera. Afturat hesum er tað okkara skylda at styrkna menniskjað, at tilvitað fara eftir tí besta.
Lívfrøði vísir okkum í alt størri mun, at stórir klunkar av lívinum eru genbestemtir. So tað er ikki bara, um vit hava systiska fibrosu, deyvleika ella astma, ið ásetir, hvussu gott eitt lív vit fáa, men eisini um vit eru før fyri at lesa og analysera, hvusssu glað og vøkur vit eru, og í stórum brotum er alt hetta eitt úrslit av einum rættiliga stórum genetiskum determinanti.

Hjá mær at síggja er hvat sum helst, ið minkar um okkara møguleikar at hava eitt gott lív, eitt brek. Gleðisklappandi naturalistar óttast eina, við tíðini, homogeniseraða mannaætt, sum fer at “avlíva menniskjaligt fjølbroytni”—sum um tað hevur eitt eksistentiellt virði í sjálvum sær.
Men besthugsandi barnið hjá Jan og Janu er ikki neyðturviliga tað, Petur og Petra høvdu valt. Hetta eru okkara børn, og tí rakar tað bara okkum, um okkara avkom kemur at lesa og renna skjótari og liva longri. Solongi sum valið ikki er av degenererandi slag, kryplar mannaættina, er tað tí okkara val og avgerð.

Hetta er væl minni frikut, enn tað kanska ljóðar. Eg elski míni børn treytaleyst, men kortini gevi eg teimum illasmakkandi tablettir helst í tí følsku trúgv, at tær onkursvegna fara at betra um teirra fatanarliga førleika. Og eg havi grúuliga trupult við at síggja nakran ósamanhang, ella frákopling, millum treytaleysan kærleika og tað, at royna at ávirka teirra biologi til tess at geva teimum eitt betri lív.
Forvirraðir sosialistar og minniluta-slikkandi felagsskapir vísa á, at eitt er “viðgerð”, sum fær fólk at blíva til tað, tey vóru áðrenn, eitt annað er “styrking”, sum fær fólk at blíva “betri enn frísk”. Men hetta er ein falskur skilnaður. Beint tá ið eg bleiv vaksineraður ímóti menighitis, hevði eg ikki sjúkuna. Eg bleiv styrktur. Eg bleiv betraður.

Peter Singer, etiskur nyttufilosofur, segði so sera beinrakið: “Einki magiskt hendir við føðing”. Nakað, ið leyp øði í privatar feministar; tí við hesum konkluderaði hann, at tað er langt áðrenn sjálva føðingina, at fostrið er blivið barn, ella mannalívið vorðið menniskjað. So í so máta er ongin munur, hvørt tú betrar mannalívið—á veg at blíva menniskja—í búkinum hjá mammuni ella eftir... hvat vit jú longu gera.
Moralskt er tí eingin munur á genetiskum medisini, ella manipulatión, um tú vilt, og farmaseutiskari manipulatión, sum kann tileinkisgera sjúkur eins og barnalammilsi og meningitis.
Men sjálvt um har er ein munur—hvat so? Um eg uppdagaði, at míni foreldur høvdu kunnað gjørt meg klókari og vakrari, og longt um mín livialdur við at broytt íleguna í tí fyrstu kyknuni hjá mær sum mannalív, tað vil siga fostur, men valdu ikki at gera tað, tá hevði eg fingið gron.

Tað kann aldri vera í lagi, at ábyrgdarfull foreldur við vilja invalidera sítt barn. Jú, at kýta okkum fyri at betra mannaættina, tað er at lúka burtur. So er.
Men hvat er nú galið við hesum? Hví eru vit so bangin fyri supermenniskjum? Menniskjaliga gróðrarlínan er í støðugari menning, og okkara forfedrar høvdu ivaleyst skírt okkum “supermenniskju”, soleiðis sum vit spela runt við plastknøum og peysmeykarum, ið ger okkum til eitt livandi bland av kjøti og maskinu.

Eg ivist onga løtu í, at onkur tykkara hevur eina fastur ella kollega, ið best kann sammetast við eitt Frankenstein-skrímsl, bjórað saman av forskelligum kropspørtum. Tað er ikki at siga, bara við at hyggja at teimum—tey arbeiða í Miklagarði og fylgja við X-factor—men tað passar.
Medisinskur framburður, sum fyrr var hildin at vera sci-fi, ónatúrligur og ómoralskur, verður nú viðurkendur sum glæsiligur og lívsgevandi. Í vesturbýnum livir ein dama takkað veri eini hjartatransplantatión. Í eysturbýnum ein maður við peysmeykara. Støðga maskinuni, og tú støðgar honum. Og eg, ja, eg eri eitt super-forbetrað supermenniskja immunur fyri sjúkum, ið gera av við milliónir av menniskjum aðrasteðs í verðini. Ein teknisk leingjan av “natúrliga” menniskjanum.

Vit í vesturheiminum hava atgongd til eyðkvæmisviðgerð og vaksinatiónir, meðan miljónir hinumegin ekvator ikki hava tað. Men fyri tað fara vit ikki at banna viðgerð her, men heldur berjast fyri at breiða hana út har.
Á júst sama hátt kunnu vit ikki fara við menniskjaligari styrking via eitt slag av genetiskari stalinismu, har vit tryggja sonevnda javnstøðu umvegis statsdiktat, ið lækkar øll til tað lægsta støðið.

Í 2117 fer eitt vakrari, sunnari og vitbornari ættarlið av fólki at líta aftur á okkum sum lívfrøðisligir ludditar; akkurát sum vit í dag øtast um handa pátrúgvsriðilin, sum fyri 500 árum síðani helt hánt um heliosentrisku heimsmyndina hjá Kopernikus.
Hin blindi, tann deyvi og mongolurin skal tí vera vælkomin, tá fyrst komin, men hartil og ikki longur, sum vit royna at menna mannaættina.

Einasti spurningurin er—og ver nú erligur: ynskir tú tilfallandi broytingar ella broytingar stýrdar av okkum at gera okkum til tað, vit hava hug at verða?