Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú vil staturin kyrra føroyskan ungdóm

2019-06-01 15:04

Óhoyrt er, at ein danskur forsætisráðharri leggur seg út í eitt valstríð í Føroyum, og nú er tingformaðurin í fólkatinginum eisini farin at fríggja til føroyskan ungdóm.

Í postkassan hava øll tey, sum fyrstu ferð kunnu velja til fólkatingið, fingið sendandi donsku grundlógina frá sjálvari Piu Kjærsgaard.

”Min grundlov” kallast bóklingurin, sum ungu føroyingarnir hava fingið. ”Tillykke! Der er valg, og DU må stemme!” ljóðar fylgiseðilin við bóklinginum.

Staturin setir øll segl at kyrra føroysk ungfólk sama vikuskifti, sum vit kunnu hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin, síðan føroysk ungfólk bóru Merkið út undir himmalhválvið.

Og hetta hendir, hóast øll í fólkatinginum væl vita, at ein føroysk stjórnarskipan í mong ár hevur verið á skrá í Føroyum.

Ongantíð hevur statsvaldið lagt seg so ógvusliga út í sjálvstøðugu hugsanina hjá føroyingum til eitt val. Kynt verður undir allar ketlar í Keypmannahavn, og málið er at kyrra føroyingar.

Mín áheitan á allar tjóðskaparveljarar í øllum flokkum skal vera: Nú fara vit á val mikudagin og velja eina frælsa rødd á fólkating og kyrra donsku valdsgirndina í Føroyum.

Vit eru land, vit eru tjóð, og vit eiga rætt til at velja okkara egnu framtíð og umboð. Hvørki Lars ella Pia skulu siga okkum, hvat vit skulu hugsa.

Setið X við lista E!

Magni Arge, fólkatingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi