Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú verður Viðareiðistunnilin veruleiki

2014-02-20 17:48

Seinastu árini hevur politiska skipanin arbeitt við at bøta um farleiðina til og frá Viðareiði, men tað hevur tikið sína tíð at koma á mál. Nú hevur tað so eydnast samgonguni at fáa eina breiða politiska semju, sum røkkur tvørtur um andstøðu og samgongu, tí ein samd fíggjarnevnd og eitt samt løgting samtyktu 15. mars 2013, at farast skuldi undir at byggjatunnil til Viðareiðis.

Mangir eru leikir í longum talvi, sigur føroyskt orðatak, tí Viðareiðistunnilin hevur verið eitt drúgt stríð, har mótstøðan mangan var hørð. Tað vóru atfinningarsamar røddir, sum spurdu, hví brúka pengar til tunlar og betong, tá pengarnir kunnu brúkast uppá bleyt virðir ístaðin? Í mínum hugaheimi snýr tað seg ikki um antin/ella, men bæði/og. Vit hava tørv á báðum, ikki minst tá hugsað verður um ivasomu trygdina, fyri ikki at siga vandan hjá teimum, sum koyra eftir Viðareiðisvegnum dag og dagliga. Vit mugu ikki seta infrakervið upp ímóti bleytu virðunum, tí tað eru tvey ymisk ting, ið ikki kunnu samanberast.

Sum limur í fíggjarnevndini eri eg serstakliga fegin um, at tað eydnaðist okkum at finna eina breiða semju, sum ein samd fíggjarnevnd og eitt nærum samt løgting tók undir við. Viðareiði er ein vaksandi bygd við vaksandi fólkatali, har alsamt fleiri ungar familjur seta búgv. Umhvørvið og náttúran er stórbar og vøkur, og við Viðareiðistunlinum eru útlit fyri, at ferðavinnan kann gerast ein vaksandi vinna við fleiri nýggjum møguleikum. Sostatt er hetta ikki bert ein íløga, ið kemur nøkrum fáum til góðar, men Viðareiðistunnilin er ein alneyðug íløga, ið kemur øllum samfelagnum til góðar.

Nú kunnu vit síggja fram til, at Viðareiðistunnilin verður liðugur og gerst byrjanin til eina nýggja tíð hjá Viðareiðis bygd.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður