Nú verða skúlaviðurskiftini í Havn loyst.

2014-02-08 18:51

Nýggjur skúli í Vesturbýnum og Kommunuskúlin mentanarhús

Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs hevur á fundi í gjár tikið avgerð um, at Kommunuskúlin verður mentanar- og virksemishús, Venjingarskúlin verður Fróðskaparsetur, og nýggjur skúli verður bygdur í Vesturbýnum.

Vit hava leingi bíðað eftir einari avgerð, um Venjingarskúlin skuldi skifta endamál til Fróðskaparsetur. Nógv bendir nú á, at so verður. Tí hava vit avgjørt, at fara undir at fyrireika bygging av nýggjum skúla beinan vegin til Kommunuskúlan og Venjingarskúlan.

Nú henda avgerð er tikin, fer Býráðið at virka fyri, at vit koma á mál so skjótt sum møguligt.

Tá ið so stór avgerð skal takast, ber ikki til at ganga fremsta ynski hjá øllum borgarum í Havn á møti. Tíverri. Men vit kunnu tryggja, at øll børn í Havn fáa tað best hugsandi skúlatilboðið. Tað hevur skund. Og tí er neyðugt at taka týðandi avgerðir her og nú, so vit koma víðari.

Teir báðir skúlarnir Kommunuskúlin og Venjingarskúlin hava í nógv, nógv ár lagt lunnar undir framtíðina hjá ættarliðum av børnum. Og menningin hevur verið stór. Tað er umráðandi, at styrkin hjá báðum skúlum verður berandi grundarlagið undir tí nýggja skúla, sum fær nýggj og sera væl útgjørd høli at húsast í. Vit fara nú saman við leiðslum, starvsfólki og skúlastýrum at leggja eina ætlan fyri, hvussu henda tilgongd verður skipað á bestan hátt.