Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú vera góðar umstøður til klintring, skating, golf og skíðing í Tórshavnar kommunu


Á býráðsfundi hóskvøldið fer Býráðið at samtykkja at útvega pening og hølir til golf, skating og klintring, umframt fígging til eina sleipi-skíðlyft. Hetta er longu samtykt í menta- og fíggjarnevnd.

VIt vita øll, at stóran part av árinum er Føroyar mest til innandurabrúk. Tí hevur kommunan arbeitt saman við Skatefelagnum um at fáa eina innandura skatepark, og við Klintrifelag Føroya, um ein innandura klintrivegg, sonevndan buldrivegg. Umframt fígging, hevur tað eydnast at útvega hesum ítróttargreinum høli í einum av gomlu frystigoymslunum á Bacalao.

Fyri at stimbra áhugan fyri golfítróttini (meðan vit bíða eftir at fara í gongd á Glyvursnesi) hava kommunan og Tórshavnar Golffelag samstarvað um at fáa umstøður til at spæla golf í einum golf-simulator, ein sonevndur smart-range simulator. Høli eru eisini funnin í gamla Bacalao bygninginum til golf-simulatorin og talan er í fyrstu atløgu um eina eitt-ára royndarverkætlan.

Skíðfelagið Fjalir hevur verið virkið síðan 2010 og hevur leingi ynskt, at kommunan stuðlar felagnum við einari sleipiskíðlyft, so lættari og høgligari verður at standa á skíð á Sornfelli. Hetta hevur kommunan nú játtað og felagið kann nú fara undir at útvega lyftuna, so betri møguleiki verður hjá skíð-íðkarum at standa á skíð. Smbrt. felagnum hevur kavi ligið í økinum upp til 60 dagar onkur ár.

So hvørt sum býurin veksur og fólk flyta heim við ynskjum um at sleppa at íðka smærri og serligar ítróttargreinar, royna vit í kommununi at fylgja við. Hetta er liður í at skapa trivnað og geva fleiri møguleika at íðka ítrótt - og ikki minst, er hetta við til at gera tað stuttligari at búgva í Tórshavnar kommunu.