Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú skal Samhaldsfasti rænast

2019-09-18 21:57

Við at jarðleggja Samhaldsfasta, so eru tað ikki okkara pensionistar ið gerast vinnarar. Hinvegin so gerst bólkurin hjá teimum hægst løntu stóri vinnarin í hesum málið. Júst tað sama hendið í samgonguni frá 2011-15. Tí hesin bólkurin hevur goldið stóran part av inngjaldinum ínn í Samhaldsfasta, og harvið lívga okkara pensionistum fíggjarliga. 

Men sambært fíggjarmálaráðharranum, so verður hesin bólkur, ið hevur goldið bróðurpartin til okkara pensionistar, frítikin at gjalda nakað inn í grunnin, tí nú skal alt koyrast í ”stórapott”. So dagin eftir løgtingsvalið var lyfturbrotið alment, eins og tær 2000 skattafríu krónurnar, bert vóru brúktar til at kasta torvmold í eyguni á okkara pensionistum, og sjálvandi, at koma út í Tinganes.

Undirritaði spáddi tað áðrenn løgtingsvalið. At ætlanin at gera Samhaldsfasta skattafrían hevði eittans endamál, at knúsa grunnin, og síðan at stjala virðini úr grunninum. Uttan yvurhøvur at samskifta við eigarnum av Samhaldsfasta, so var niðubrótingarøðin so stór fyrsta dagin, at fíggjarmálaráðharrin orkaði ikki at halda sær, tí nú skuldi ”rationaliserast”.

Men, men her var ov lítið at koma eftir hjá sitandi fíggjarmálaráðharra. Tí við eini eginogn uppá 1,4 milliard, ella 1400 milliónir krónur, so kostar raksturin neyðars 3,4 milliónir. Sostatt kostar raksturin 0,24 % . Um tað ikki er so, kann onkur rættað tað. At ein so genial samhaldsføst skipan, við so gott sum ongari umsiting, átti ein og hvør fíggjarmálaráðharri at fegnast um.

Hinvegin, so hevur ein verið greiður yvur, at meginpartin av hesum 27 árunum, so hevur Fólkaflokkurin havt sum aðalmál, at jarðleggja Samhaldsfasta, Líkasum hann við jarðleggja Landsbankan.

Persónliga hevur undirritaði havt ta fatan, at í hesum málið stóð Fólkaflokkurin einsamallur. So eg má viðganga, at eg var skelkaður, tá eg hoyrdi poltisku útmeldingina frá Fíggjarmálaráðharranum. At Sambands og Miðflokkurin skuldu gerast skutilssveinar og fadrar hjá Fólkaflokksins at jarðleggja Samhaldsfasta, tað man hava skelkað mangan í baklandinum hjá hesum báðum flokkum.

Tá ið hesir asosialu flokkarnir ikki megna at rationaliserað Samhaldsfasta, so er bert ein møguleiki eftir. Tað er at stjala hesa knøppu 1,5 milliard frá teimum løntakarnum og arbeiðsgevarum, sum í góðari trúgv, eins og við løgtingslóg eiga henda peningin,ið hevur verið goldin inn í Samhaldsfasta síðan 1992. 

Kanska ALS grunnurin verður tað næsta á skránni, at fáa pening til vega til øll vallyftini, ið serliga Fólkaflokkurin lovaði veljarnum upp til løgtingsvalið.

PS. Viðvíkjandi eina niðurlegging afturat av Landsbankanum, So eru Bárður og Jørgin helst bangnir fyri, at Moody’s helst hevði sligið teir á fingrarnar.

Frank Davidsen