Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú skal Hoyvíkar skúli dagførast

2013-12-01 20:24

Hoyvíkar skúli er upprunaliga bygdur og tikin í nýtslu í 1977. Síðani er hann útbygdur í 1989/90. Í 2009 fekk Hoyvíkar skúli framhaldsdeild. Í Hoyvíkar skúla ganga næmingar úr 1. upp í 9. flokk og skúlin er ætlaður til tveir flokkar í hvørjum árgangi. Tilsamans ganga 326 næmingar á skúlanum. Skúlin hevur sítt serliga eyðkenni við glaspyramyduni upp úr takinum og er býttur upp í tvær hallir við skúlastovum rundanum.

Longu í 2005 vísti ein støðulýsing av skúlanum, at stórur tørvur var at gera ábøtur. So støðan í dag er neyvan betur. Tí er tað í tøkum tíma, at neyðuga dagføringin av skúlanum fer av bakkastokki. Tí í yvirskipaða skúlapolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu stendur m.a. ,at umstøðurnar hjá næmingum og lærarum skulu vera góðar til eina fjølbroytta undirvísing við atliti at undirvísingarhølum, serstovum, fakhølum, arbeiðsrúmum hjá lærarum og næmingum og felags høll til undirvísingartiltøk og sosiala samveru.

Høvuðsumvælingin og dagføringin av Hoyvíkar skúla eigur at verða framd sambært yvirskipaða skúlapolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. Og hetta arbeiðið kann ikki bíða longur, tí longur vit bíða - størri verður upptakið. Hetta arbeiðið skal gerast nú.

Og tað var eisini tað, ið býráðið samtyktið á seinasta býráðsfundi. Tá varð nevniliga samtykt at seta 200.000 kr av til ráðgevarauppgávuna. Her skulu umboð fyri mentamáladeildina, húsaumsitingina, og skúlaleiðslan saman við ráðgeva gera eitt kostnaðarmett upplegg fyri høvuðsumvælingina. Uppleggið verður gjørt við støði í støðulýsingini frá 2005 og viðmerkingum frá skúlaleiðslu og umsiting. Í fíggjarætlanini fyri 2013 er avsettar 2 mill. til dagføring av Hoyvíkar skúla.

Vónandi verður hendan samtyktin í býráðnum startskotið til, at verulig gongd kemur á at høvuðsumvæla og dagføra Hoyvíkar skúla. Tá hetta arbeiðið er gjørt, fer Hoyvíkar skúli betur at passa til tann yvirskipaða skúlapolitikkin í Tórshavnar kommunu. Hetta fer at gagna ungdóminum í Hoyvík.

Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi