Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Nú ræður um at fá skil á parkerings- og trygdarviðurskiftunum í Hoydølum!

Vit kunnu ikki bjóða teimum lesandi (og foreldrum), at skúladagurin skal seinkast av ótolandi parkeringsviðurskiftum. Vit kunnu heldur ikki bjóða fólki, at lesandi og starvsfólk sita í eini brandfellu - har sløkkibilur ikki hevur fría atgongd.

Um ein vegur varð lagdur beint áðrenn kantinuna og oman til fimleikahøllina, høvdu "vit" eina rundkoyring!

So skuldi kommunan bert sett eina bussleið inn, ið snaraði oman í Hoydalar og síðan koyrdi niðan aftur og gjørdi eitt høgrasving fyri at koma niðan í Hoyvík.

Nú bý-bussarnir koyra tríggjar ferðir um tíman, venja fólk seg at nýta ókeypis og umhvørvis-vinaligari ferðamøguleikan. Við eini farleið oman í Hoydalar, kunnu vit nøkta tørvin hjá lesandi, lærarum og starvsfólkum og harvið lætta um hjá mongum.

Fyri at gera hesa loysn upp aftur betri, kundu helst eini 60 parkerings-básar verið gjørdir oman frá "rundkoyringini"!

Lat okkum, meðan vit bíða eftir Marknagili, betra støðuna í Hoydølum. Býráðið kann ikki skjóta seg undir, at hetta mál liggur millum land og kommunu.

Býráðið skal streingja á, at málið verður loyst!

Jákup av Skarði