Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú myrkt gerst undir lon og tynnist í grannalagi

2014-02-26 22:36

Jens Juel Sólbjørg 1923 – 2014

Í 1957 flutti ein familja úr Kunoy til Klaksvíkar, høvdu bygt sær eini snotulig hús í okkara grannalagi, gjørdust góðir ambasadørar fyri oynna haðani tey vórðu ættað, og komu fyrimyndarliga at ríka grannalagið. Tey vóru ikki færri enn ellivu í tali í trimum ættarliðum.

Tá eg hoyrdi henda dagin, Finnur Heinesen fór til gravar, at Jens Juelvið jarðarferðina so brádliga var “fallin um”í heimbygdini, sum hann hevði slíkan tokka til, og at hetta var seinasta løtan hann vitsti til sín, kom eg at hugsa um orðini hjá kenda danska fotografinum Kehlet, sum eg las fyri mongum árum síðani. Hann segði nakað soleiðis: “Eg vil liva mínar seinastu løtur við útsýni úr vindeyganum á summarhúsinum, út í donsku nátúruna og út á fjørðin, har eg havi notið so mangar góðar løtur”.

Eitt sindur átøkt hesum er, at Jens Juel, seinastu løtuna hann vitsti til sín, so brádliga 90 ára gamal,júst var undir tiltiknu og stórbaru fjøllunum í heimbygdini.

Hann giftist við Johonnu Mariu (Hannumiu) Joensen úr Haraldssundi. Tey fingu børnini: Honnu Paulu, gift við Johannes Mortensen, av Argjum, búgva í Havnini. Jákup Meinhard, giftur við Margretu í Jógvanssovu úr Leirvík, búgva har. Paulina, gift við Karl Hilmari Andreasen úr Klaksvík, her tey búgva. Sólrun, gift við Olivari Olsen úr Árnafirði, búgva í Klaksvík. Hákun, giftur við Nelly Marie Petersen, ættað úr Birkeland skamt frá Kristiansand, har tey búgva. Finngerð, gift við Jim Clark upvaksin nærhendis Glasgow, búgva í Cape Town. Hannumia og Jens Juel fingu eisini ein son, Hans Paula, sum doyði av meningitis 2 mánaðir gamal.

Jens Juel, sum var húsasmiður, verður av monnum, sum hann hevur arbeitt saman við, mettur sum álitismaður bæði í orðum og í verki, og var altíð spennandi at koma á tal við og segði sína meining, tá hann var spurdur. Hann var sera innarlaga í samfelagsviðurskiftum, í m.a. fakfelagsarbeiði sum limur í handverksmeistarafelagnum, nevndarlimur í Tekniska Skúla, og sum metingamaður fyri Norðoya Sparikassa var hann í mong ár.

Jens Juel var Fólkafloksmaður, var felagnum ein góður stuðul, var í nevndini fyri Norðoya fólkafloksfelag og uppstillaður til fleiri val og fyri okkum, sum yngri komu í politikk, var hann hollur í ráðum. Hann var eisini orðstýrari til almennu politisku fundirnar uppundir fleiri løgtingsval.

Tá vit, sum hava upplivað hesi fólk í grannalagnum, og av teirri orsøk, at elsta av trimum ættaliðum vóru undir sama taki, verða tað heilt náttúrliga nógvar vitjanir. Tí komu Hannumia, sum nú situr gomul á Røktarheiminum, og Jens Juel, at vísa satt gestablídni, har nógv fólk komu á dyr og har gott var at koma.

Minnist onkrar sendingar eg hevði í útvarpinum undir heitinum “Sálmar og sangir”, kundi hann onkuntíð ringja og antin rættleiða ella koma við positivum viðmerkingum.

Vit komu ikki tíðum á gátt hvør hjá øðrum, men tá merkisdagar vóru, komu vit saman.

Teirra Gudsótti sást bæði í práti og verkum. Ein legði til merkis, tá Hannumia og Jens Juel lýstu við merkisdøgum, settu tey vanliga í lýsingina:” Um Gud vil.....”.

Nú myrkt gerst undir lon og tynnist í grannalagi, er lítið meiri at siga enn, at tað hevur verið ein frægd at hava hesi fólk til grannar í einum – annars víðfevnt - so góðum grannalagi, og at Harrin má verða við tykkum øllum.

Æra veri minnið um vin mín Jens Juel Sólbjørg.

Jógvan við Keldu