Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Nú mugu vit taka okkum saman og dálka minni

2019-08-22 08:37
Orkupolitikkur - 

Vit hava nú í nógv ár verið tilvitaði um umhvørvið, og hvørja ávirkan vit hava á tað. Hagtøl frá nógvum vísindaligum kanningum, gjørdar kring heimin, vísa á, at vit bara hava fá ár at venda gongdini, um skaðin ikki skal gerast óbøtaligur.

Eg meini, at vit - eitt av mest framkomnu londum í heiminum - eiga at taka í egnan barm, og gera verulig átøk, fyri at minka um plastnýtslu, útlátið av dálkandi gassum og CO2.

Løgtingið samtykti í 2009, at Føroyar í árunum 2010-2020 skuldu minka útlátið av vakstrarhúsgassum við í minsta lagi 20%, samanborið við 2005. Útlátið av vakstrarhúsgassum er hóast hetta voksið við umleið 9% síðani 2005.

Føroyar eru á nógvum økjum longu á góðari leið, men tað gongur alt ov seint. Vit mugu veruliga minka okkara dálking, fyri at verja okkara heim og tryggja, at eisini okkara børn hava eina bjarta framtíð.

Vit eiga at eggja okkara borgarum til, at velja grønar orkuloysnir, bæði til hús og bilar. Hetta orkuskiftið er kostnaðarmikið, men kundi frítøka fyri mvg hjálpt munandi - eisini á hybridbilum og sera orkusparandi bilum. Harumframt eru í dag privatar fyritøkur, sum bjóða skiftisloysnir og fígging, so tað væl loysir seg. So um vit øll í hvør sínum lag hugsa um grønar loysnir, tá bilur ella oljufýringin skal skiftast, so ger tað stóran mun.

Nýtslan av plastikki er eisini ófatiliga stór, og eiga vit eisini at minka hesa nýtslu alt fyri eitt. Tað kann kanska tykjast sum, at vit eru so fá og tað tí ger so lítlan mun, men hóast vit ikki kunnu siga, hvussu nógv plastik er í heimshøvunum; so er eingin ivi um, at talan er um sera sera stórar nøgdir.

Um vit gera hesi átøk, so vísa vit umheiminum, at vit vilja ganga við á odda og harumframt fremja vit eisini eina hugburðsbroyting hjá okkum sjálvum og virka til, at Føroyar framvegis verða besta stað á Jørð.

X við Villads Bøgesvang, X við Sambandsflokkin

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN