Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú mugu vit byggja Tjóðpallin

2019-08-29 14:48

Lógin um Tjóðpall Føroya fylti 16 ár hin 2. mai í ár. Sum ein tannáringur, ið skjótt átti at flutt út og livað sítt egna lív leyst av náði frá nøkrum. Náðina hevur Tórshavnar Kommuna veitt Tjóðpallinum við ókeypis innivist í Tórsgøtu í mong ár. Nú betala tey húsaleigu og fáa sostatt minni burtur úr árligu játtanini.

Tjóðpallurin er skipaður við løgtingslóg og ikki bara má, men skal fylgja teimum ásetingum, sum lógarinnar bókstavur sigur. Ein av ásetingunum sigur, at Tjóðpallurin skal ”tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra”. Ja, hóskandi arbeiðsmøguleikar, stendur skrivað!!!

Tjóðpallur Føroya ljóðar av nøkrum, men borið saman við eitt ”nationalt teatur”, er hetta bert eitt kurpali. Tað vita vit so inniliga væl. Vit mugu bara vera takksom fyri eldsálirnar, sum hava hildið hesum uppi og givið okkum sannar leiklistarligar perlur øll hesi árini. Nakað móð munnu tey tó vera av at verða skýrd tær beru eldsálir. Hetta eru professionel fólk, sum hava størri virðing uppibornað.

Í nógv ár munnu tey ráðandi ikki hava hildið karmarnar í Tórsgøtu vera hóskiligar. Men hvussu óarbeiðsligt har er, vita helst tey fáu, tá vit sita til sýningar í heimsklassa. Hvussu nógv óneyðugt slit, ið er handan tjøldini av dýrari útgerð, sum má flytast aftur og fram í heilum, tí pláss ikki er fyri tí.

Aftur og aftur er stígur komin í allar byggiætlanir. Allar, tí hetta hevur verið frammi so ofta í politisku skipanini. Trupulleikin er kanska, at mentan, sum ikki er vinnulig, ongan facitlista hevur. Hana ber ikki til at máta og viga. Kanska tað ger hana tolnari enn gott er.

Nú eru fyrireikingar í øllum førum gjørdar, og nakað av játtan fingin til vega. Latið okkum nú byggja handan Tjóðpallin!!!

Katrin Dahl Jakobsen, valevni fyri Javnaðarflokkin