Varatinglimur í Sjálvstýri

Nú mugu eysturoyingar standa saman!

2013-12-22 00:37

 

Eldraøkið er á veg út til kommunurnar at umsita, og verður hetta nú ein partur av verandi veitingum innan eitt nú kommunulæknaøkið, barnavernd, ansingarøkið og herundir tænastur til børn við serligum tørvi. Hetta eru øll stór og krevjandi økir, sum vísir seg at fylla meira og meira á kommunalu fíggjarætlanum.

Samstundis eru hetta eisini sera spennandi avbjóðingar, sum eftir røttum skuldi verið tiltrekkjandi fyri fakliga dugnalig starvsfólk, at leita sær inn til Eysturoynna at arbeiða. Kommunulæknar, sálarfrøðingar, familjuterapeutar, sosialráðgevarar og nú eisini serfrøðingar av ymiskum slag innan eldraøkið. Hetta er í veruleikanum ein av fremstu møguleikunum hjá okkum býráðs- og bygdaráðslimum at gera Eysturoynna til eitt enn meira attraktivt, nýmótans og fakliga sterkt øki at vera í, har okkara borgarar kunnu merkja at tænastan innan tað sosiala økið er í topp.

Grundleggjandi fyritreytin fyri at hetta skal eydnast, er tó at vit eysturoyingar finna saman í størri og sterkari samstarv. Tað at skula hava so nógvar tænastur sum gjørligt í sínum egna grannalagi, er ikki nakar kappingarparametur longur. Fjarstøðan millum bygdirnar er ikki nøkur forðing longur. Tað tekur ikki meira enn ein hálvan tíma at koma úr Æðuvík til Fuglafjarðar, og frá Leirvík til Strendur. 

Tí eiga vit heldur at miðsavna hesar tænastur, so vit í felag kunnu lyfta tænasturnar á eitt enn hægri støði. Við hesum kundu vit skorið dupultfunktiónir burtur, rationalisera og harvið fingið meira fyri pengarnar.

Skálafjarðartunnilin er eftir øllum at døma á veg. Um vit eysturoyingar ynskja at halda áfram við at hava sosialar veitingar á oynni, sum livir upp til støðið í miðstaðarøkinum, skal samstarvstilgongdin millum kommunurnar í Eysturoynni í gongd og tað ongantíð ov skjótt.

Bárður Kass Nielsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu