Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú kunnu allar okkara persónsupplýsingar flytast av landinum

2020-06-02 18:39

Vit minnast helst øll, tá ið bankarnir í Føroyum eftir ómetaligt lobbyvirksemi og harðligt trýst á politisku skipanina, fingu Løgtingið at samtykkja broytingar í lógini um persónsupplýsingar. Áðrenn var ásett við lóg, at okkara mest grundleggjandi skráir og viðgerð av persónsupplýsingum, skuldu goymast og viðgerast í Føroyum. Men bankarnir bankaðu á allar dyr og settu heilsíðulýsingar í bløðini ímóti teimum politikarum og flokkum, ið vildu halda fast við, at skipanirnar skuldu vera í Føroyum. Og at enda fingu teir bent og boygt meirilutan á tingi til at broyta lógina eftir sínum ætlanum, hóast óteljandi mótmæli frá Tjóðveldi.

Á henda hátt fingu teir flutt okkara pengakontur, gjaldsskipanir og netbanka av landinum. Og tí stríðast vit við NEM-ID og aðrar trupulleikar enn tann dag í dag.

Fyrst blivu skráir og upplýsingar okkara seldar til Danmarkar, og síðani seldar víðari til USA – har vit onki ræði hava á teimum longur.

Tað hevur kostað føroyska samfelagnum hundraðtals milliónir krónur. Og hevur lagt avgerðirnar um okkara peningaviðurskifti, banka- og gjaldsskipanir til útlendskar fyritøkur at avgera og vinna pening uppá. Tað merkir, at altjóða fyritøkur vinna pening frá okkum, hvørja einastu ferð vit skulu. gjalda eina rokning ella keypa okkum ein mjólkarpakka í okkara egna landi.

Vit høvdu tí sjálvandi vónir um, at øll politiska skipanin hevði lært av hesum stóra afturstigi. Men gakk.

Í nýggju dátuverndarlógini hjá samgonguni, sum bleiv samtykt í dag, verður tað frítt at flyta allar skráir og viðgerðir av landinum. Tá ber ikki til hjá okkum at hava ræði á, at hava eftirlit við ella at tryggja, at okkara persónsupplýsingar – hjá øllum føroyingum – verða vardar og eru eitt tilfeingi hjá okkum sjálvum.

Tjóðveldi legði broytingaruppskot fram, sum skuldi broyta uppskotið hjá landsstýrinum, so at tær mest grundleggjandi skráirnar og upplýsingarnar hjá føroyingum, skulu viðgerast og goymast í Føroyum. Hetta eru tildømis upplýsingar um eyðmerking, bústað, skattaviðurskifti, lønarviðurskifti, ognarviðurskifti, gjaldsviðurskifti, peningakontur, netbanka, gjaldsskipanir, heilsuviðurskifti, útbúgving, rættarviðurskifti, revsiviðurskifti, tele- og fjarskiftisviðurskifti, persónlig og familjuviðurskifti o.a.

Í dag hevði Løgtingið møguleikan at taka ræðið á einum tí størsta tilfeingi, vit eiga sum tjóð, og tryggja okkara borgarum og vinnulívi rættartrygd og menningarmøguleikar. Samgongan valdi tó at fara aðra leið, har tað verður púra opið at flyta enn fleiri upplýsingar av landinum.

“Skulu vit í longdini kunna tryggja, at persónsverndin hjá føroyingum verður vard, so mugu tær týdningarmestu skipanirnar og infrakervið vera í Føroyum. Verða eitt nú broytingar gjørdar í lógini í teimum londum, har skipanir verða fluttar til, verður tað reelt ógjørligt hjá okkum at krevja skipanir broyttar ella tiknar heim.” sigur Høgni Hoydal floksofrmaður

Tá dátur og persónsupplýsingar verða fluttar av landinum kostar hetta hundraðtals milliónir – serliga í KT vinnuni. Vit síggja eitt stórt potentiali í KT vinnuni og ynskja, at henda vinnan fær góðar treytir at menna seg og vit mugu samstundis tryggja KT-størv. Tað ger nýggja lógin ikki. Í nýggju lógini er ongin forðing fyri, at útlendskir KT veitarar verða teir, sum koma at røkja uppgávurnar, ið hendan lógin krevur.

Tjóðveldi fer til triðju viðgerð seinni í vikuni at royna aftur at fáa broytt lógina, so vit tryggja okkara føroysku áhugamál á hesum øki.

Tjóðveldi