Nú hevur nógv verið tosað um útoyggjapolitikk

2015-08-24 02:29

 Nú hevur nógv verið tosað um útoyggjapolitikk. Tað kundi verið áhugavert at brotið upp úr nýggjum á hesum økinum.

Gongdin í dag er, at smáu bygdirnar spakuliga doyggja út, og tað kunnu vit ikki bara standa og hyggja at. Eg hugsi, at møguliga áttu vit at brúkt sama hátt sum eitt nú Norra. Eg ynski bygdunum væl, og eg fari at arbeiða hart fyri at bygdirnar verða mentar aftur. Hetta kundi verði gjørt á slíkan hátt, at fólk aftur vilja flyta og trívast á bygd. Hetta má rættast uppá ongantíð ov skjótt. Fyrsta dømi: Um vit tóku Tórshavn sum miðjuna í einum sirkli, og síðani vuksu hendan sirkulin við 10 km í diametur og lat landsskattin fella við 2, 4, 6 , 8 og 10% v.m. so var møguleiki fyri, at tá vit náddu út til uttastu bygdirnar skuldi landsskatturin verið fallin við nógvum %. Annað dømi: Hetta kundi eisini verði galdandi fyri kommunuskattin. Um vit nú tóku Tórshavn, Sørvág, Runavík, Fuglafjørð, Klaksvík, Tvøroyri og Vág, sum miðjuna í einum sirkul og fyri hvønn diametur á 10, 15, 20, 25, 30, 35, 40, 45, 50, 55, 60 km kundi kommunuskatturin lækkaði við 0,5% - 1,0% - 1,5% - 2,0% - 2,5% - 3,0%, hetta hevði ført við sær, at tær familjur sum í dag, standa fyri at forláta hús og heim, við at búseta seg í einum av hesum stóru býnum møguliga steðgaði so líðandi. Í sama hugskoti kundi barnafrádráttur og koyri frádrátturin verði ávís % hægri í teim bygdum sum lógu longst frá stórbýnum. Hetta hevði gjørt, at støðan so líðandi steðgaði, og haft við sær eina øking í fólkavøkstrinum aftur til smábygdirnar, umframt eina lokkandi effekt at búseta seg á eini útoyggj ella einari lítlari bygd. Ein eldri maður segði einaferð, betri var at búgva í, við, og á nattúrini, enn at búgva í einum kunstigum býi har húsaveggir vóru rátt betong og glas, eins og duni av ferðslu var óúthaldiligt. Heldur ikki kunnu foreldur føla seg trygg í dagliga stressinum, sum hetta førir við sær. Í dag er fleiri staðir hvar kommunur ikki vilja samarbeiða um børn í barnagarði ella vøggustovu. Hetta ger at familjur skulu koyra millum 4 og 8 km fyri at levera barni, fyri síðan at koyra til arbeiðis – sama strekki skal eisini koyrast, tá barnið skal heintast aftur. Hetta kann ikki verða rætt í einum modernaðum samfelag – snýr tað seg um økonomi ella illvilja? Hesum og mongum øðrum vil eg arbeiða hart fyri. At fáa hugskot gjørd til veruleika! So við einum krossi við meg á lista D – so kunnu tit vænta stórar broytingar. Sofus Hansen Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri