Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú hava øll borgarlig fólk møguleikan

2019-06-05 07:14

Í dag hava allir frælslyntir veljarar framúr møguleika at velja frílynta rødd á Fólkating.

Umboð, sum tænir áhugamálunum hjá øllum føroyingum, og sum verður á varðhaldi, so lóggávur í felagsmálum altíð verða í samljóði við okkara gerandisdag.

Eitt umboð, sum áhaldandi fer at virka fyri øktum heimildum á uttanríkispolitiska økinum, uttan konfrontatiónir, men í sátt og semju við donsku stjórnina at tryggja lagalig viðurskifti Føroya og Danmarkar millum.

Um allir okkara veljarar fara á val í dag, eiga vit annan fólkatingssessin. At sita heima er at geva øðrum flokkum bæði umboðini.

Farið øll á val og veljið vit og skil, dirvi, áræði og støðufesti.

Veljið Fólkaflokkin

Christian Andreasen,

Valevni Fólkaflokksins