Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Nú fleiri arbeiðstøk verða blakað úr ALS sæst trupulleikin enn týðiligari.

2012-09-12 22:45

Longri tú ert arbeiðstøkur, verri er at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Hjá flestu fólkum er tað umráðandi at vera virkin hvønn dag, og at kenna at tað er brúk fyri tær.

 

Ein loysn kundi verið at feløg innan mentan og list samstarvaðu við AlS, har man bjóðaði arbeiðstøkum eitt starv innan listar- og mentanarøkið. 

 

Øll arbeiðsmegi er kærkomin hjá hesum feløgum og nógv spennandi og mennandi arbeiði er innan tónleik, sjónleik og aðra list.

 

Hetta kundi økt áhugan og ment vitanina innan økið, eggjað til víðari lestur, og styrkt lista- og mentanarøkið, og verið ein lopfjøl út aftur á arbeiðsmarknaðin hjá tí arbeiðstøka.

 

Ein fyrimunur fyri báðar partar, og tað er ókeypis.

 

Rógvi á Rógvu