Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Nú fekk Tórshavn eitt spælistað

Nú er endiliga tikin avgerð um at vit borgarar í Havn fáa eitt konserthús mitt í býarhjartanum. Og tað er at fegnast um.

Eftir at eg hava knoklað í nógv ár, fyri at betra um tónleikaumstøðurnar, sær út til at síðstu loyvini eru við at koma uppá pláss, og kunnu vit í næstum fara í gongd við at gera neyðugu tillagingarnar fyri at umstøðurnar verða góðar. Politikarar í Tórshavnar Kommunu hava verið ósamdir um hvat Reinsaríið skuldi brúkast til, og eg havi havt nógv samskifti við kommununa seinastu árini. At enda eydnaðist at fáa teir at velja eina góða og mennandi loysn fyri Tórshavn.

Hetta hava vit øll uppiborið.

Eitt nýtt og spennandi stig ímóti einum livandi og spennandi býihar Reinsaríið verður okkara tónleikamiðdepil.

Arbeiðið kann byrja. Reinsaríið skal rekast á professionellan hátt, har fíggjarkarmarnir hava týdning fyri at húsið kann bjóða spennandi og fjøltáttaðan tónleik.

Rógvi á Rógvu