Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Nú fær filmurin góðar umstøður í Havn

2016-10-19 02:05

Tað er gleðiligt, at okkara ungu, dugnaligu og kreativu filmsfólk í Klippfisk umsíðir aftur hava fingið tak út yvir høvdið í høvuðsstaðnum – á gamla Bacalao

Tað er hugaligt at síggja, at mentamálanevndin í býráðnum nú mælir til, at dugnaligu, skapandi filmsfólkini fáa góð høli á gamla Bacalao, eftir at hesi listafólk hava livað í óvissuni í alt ov langa tíð.
Hóast eg í strembanini eftir at geva filminum góðar hølisumstøður í høvuðsstaðnum havi víst á aðrar loysnir t.d. í Tórsgøtu, so taki eg fult undir við hesi loysnini, so filmsfólkini skjótast gjørligt sleppa aftur til verka í egnum hølum.
Filmsvinnan er júst dømi um mentanarligt virksemi, sum høvuðsstaðurin sjálvsagt eigur at stuðla. Filmsvinnan er skapandi og góður møguleiki hjá ungum fólkum at royna seg á einum spennandi mentanarøki í okkara livandi høvuðsstaði, sum áhaldandi eigur at hava trivnað og fjølbroytt virksemi sum sítt fremsta mál.
Eg havi í fleiri umførum víst á, at býráðið eigur at bera skjótt at í hesum máli, og eg fari at takka Klippfisk og øllum filmsfólkunum fyri, at tey hava sýnt stórt tol.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin