Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Nú er vandi á ferð!

2021-12-15 14:11

Vit mugu sláa manngarð um og verja Strandferðsluna! Stendur tað til Jørgen Niclasen við fylgi, so skal Strandferðslan sigla sín egna sjógv. Strandferðslan skal vera eitt partafelag við einum endamáli: At skapa peningaligt yvirskot.

Tað er ræðandi og óskiljandi, at landsins leiðsla framhaldandi og málrættað og til tað síðsta vil gera umstøðurnar truplari fyri fólk og virki at virka í Suðuroynni.

Ætlanin er so ítøkilig, at samgongan longu hevur sett 1 mió. av á fíggjarlógini til stovnan av P/F Strandferðslan.

Tað vil verða ein vanlukka fyri Suðuroynna og faktiskt øll, sum eru bundin av sjóvegis ferðasambandi í Føroyum. Starvsfólkini á Strandferðsluni fara at fáa skert síni rættindi munandi, tí fyrisitingarlógin verður ikki galdandi.

Lógin um alment innlit verður heldur ikki galdandi fyri komandi partafelagið. Ein tilvildarlig nevnd hevði fingið fullkomið ræðið á Strandferðsluni. Hvørki Løgtingið og Landsstýrið fáa gjørt annað enn hugt at.

Posta er feskasta dømið um, hvussu galið tað kann enda við starvsfólkatrygdini í almennum partafeløgum. Er hetta tað, sum føroyingar ynskja sær við Strandferðsluni?

Saman við Sandoyarleiðini er Suðuroyarleiðin nógv tann dýrasta at ferðast til og frá. Nú verður tað nógv dýrari hjá øllum húsarhaldum og vinnufyritøkum í landinum, sum brúka Strandferðsluna – og serliga suðuroyingum.

Avgjaldsøðin hevur nátt nýggjum hæddum!

Landsstýrismaðurin hevur givið eitt vallyfti, friður verið við tí, men HVÍ allir føroyingar skulu gjalda fyri, at nøkur koyra ókeypis og bíligari, meðan suðuroyingar framhaldandi skulu knokkroytast?

Tað er ilt at meta um, hvat hevur fingið hesi fólk at leggja upp til hesa dáragerð.

Allir suðuroyingar og øll, sum hava forkærleika fyri Suðuroynni, mugu reisast og standa saman og krevja javnrættindi og fáa steðgað hesi vanlukkuligu vandaleið, sum er løgd fyri dagin.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður