Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú er løtan at taka sjálvstøðug fet á uttanríkispolitiska økinum!

2020-06-11 09:10

Seinnu árini hava vit aftur og aftur upplivað, at Danmark hevur forðað Føroyum í at taka sjálvstøðug fet á uttanríkispolitiska økinum. Hevur forðað fyri limaskapi í Norðurlandaráðnum, ógildað útnorðurráðsavtalu, blandað seg upp í altjóða menningarsamstarv – fyri at nevna nøkur dømi um hetta.

Tá danski uttanríkisráðharrin sóknast eftir samstarvi millum Grønland, Danmark og Føroyar, at vit standa saman sum ein arktiskur leikari við sama eintýdda uttanríkispolitiska signali, so liggur avbjóðingin í millum londini heldur enn uttanfyri.

At vera tikin við, opinleiki, at styrkja álitið ímillum londini sínamillum - alt hetta ljóðar gott, men tað okkum tørvar í Føroyum er møguleikan at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Ongin ivi um, at tað eisini hevði tænt donskum áhugamálum. Danski sendiharrin Peter Taksøe-Jensen segði í 2016, at ’den største trussel mod danske interesser i Arktis er ikke russerne, men udsigten til at rigsfællesskabets sammenhængskraft bliver svækket’.

Fyrsta treytin fyri felags stevi í arktiskum málum er ábyrgd og samstarv á jøvnum føti! Vit eiga at brúka hetta høvi - ikki til at seta fíggjarlig krøv, sum róð var framundir í Breddanum í gjár - men at krevja víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir. Gaman í hava londini ymisk áhugamál altjóða, men heilt yvirskipað hava Føroyar, Grønland og Danmark í stóran mun somu trygdarpolitisku mál. Spurningurin er, um ikki løtan er júst tann rætta, at fáa av vegnum t.d. danskar forðingar fyri limaskapi í altjóða felagsskapum. Eitt virðiligt og tíðarhóskandi samstarv ímillum londini hevði tænt okkum øllum!