Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

NOVO má hava nýggj boð beinan vegin

2018-12-22 00:28

Handfaringin av tilboðnum frá Novo-grunninum er merkt av ósannindum, illgitingum og atgerðarloysi. Tað kann bæ ði kosta okkum ein viðgerðardepil fyri fólk við sukursjúku og tíggjutals milliónir til heilsugransking. Nú má landsstýriskvinnan broyta kós – ella takast av ræði

Sjúrður Skaale

(Henda greinin stó ð í Sosialinum mikudagin)

Nógv mundu stúrsa við, tá tað ið farnu viku gjørdist alment, at eitt einastandandi tilboð frá Novo Nordisk-grunninum, sett fram á stórum fundi í Havn 14. juni, var vrakað av Heilsumálaráðnum.

Eg havi gjøgnum mítt arbeiði kent til tilboðið frá Novo í eina tíð, men tilvitað ikki sagt eitt orð um tað. Eg veit nevniliga av ringum royndum, at eitt tað ringasta, sum kann henda fyri eitt mál, er at ”politikkur kemur í”, sum vit siga. Tá flytir fokus frá málinum til tann politiska boksikampin – og so kann alt enda í ongum.

Men nú gevur tað onga meining longur at tiga fyri ikki at órógva. Tí nú er politikkur komin í málið. Politikkur, har skeivar fortreytir verða settar upp, og fólk verða villleidd. Politikkur, sum er um at forkoma einum einastandandi møguleika fyri at bøta um støðuna hjá fleiri túsund diabetessjúklingum og skapa nýggj størv innan gransking í Føroyum. Forkoma møguleikanum fyri at lyfta føroyska heilsugransking upp í nýggjar hæddir. Fyri at styrkja føroyska heilsurøkt. Og, ikki minst, fyri at styrkja føroyskan búskap.

Eg giti, at tað kann bjargast enn. Men so má politikkurin broytast sum skjótast. Tí henda grein.

Eg taki við hesum av innbjóðingini um at luttaka í tí kjaki, sum landsstýriskvinnan hevur sagt nú skal vera um málið – og eisini sjálv hevur sett í gongd.

Frá nei til kanska

Tíðarlinjan í hesum málinum talar væl fyri seg.

14. juni hevur Novo Grunnurin fund við Heilsumálaráðið, har ambitiónin um m.a. eitt diabetes-sentur í Føroyum – fíggjað av grunninum – verður løgd fram. Við er landsstýriskvinnan, leiðslan fyri sjúkrahúsverkið og leiðslan fyri diabetes-viðgerð í Føroyum.

Heilt fram til 22. november – í meira enn fimm mánaðir – fær Grunnurin einki svar.

23. november kemur so eitt ógvuliga stutt og kubbut svar, har tað stendur, at ”Heilsu- og innlendismálaráðið ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling.”

Eingin faklig, fíggjarlig ella politiskt orsøk verður løgd við svarinum. Eingin er hoyrdur, áðrenn svarið verður sent. Svarið er einki uttan eitt turt ”nei takk”. Tá hugsað verður um, at fundurin 14. juni var stórur, drúgvur og fjølmentur, má hetta svarið næstan kallast ófólkaligt. Men tað er ið hvussu er greitt: Nei takk!

Men 7. desember – also tvær vikur seinni – er málið komið fram í miðlunum. Fólk eru á gosi – og nú sigur landsstýriskvinnan brádliga, at hon als ikki hevur sagt nei takk við Novo-grunnin. Hon hevur bara svarað, sum hon gjørdi, tí málið ikki er búgvið at viðgera. Men tað verður tað eftir nýggjár – tí tá skal tað kortini viðgerast.

Eitt er heilt greitt: Landsstýriskvinnan hevði ikki svarað, sum hon gjørdi 23. november, um hon tá ætlaði sær at viðgera málið í januar – also fimm vikur seinni.

Hon er altso bakkað. Alment trýst hevur fingið hana at draga í land. Og tað er gott.

Men tað er als ikki nóg gott!

Tí framvegis er einki nýtt skriv farið til Novo-grunnin, sum sigur, at vit faktiskt allíkavæl fara at viðgera teirra tilboð – í januar. Almennu boðini um, at føroyingar ikki eru áhugaðir, standa framvegis við.

Og tað, Sirið Stenberg sigur, nú hon eftir alment trýst leggur upp til eina almenna viðgerð av málinum, bendir ikki á, at hon ætlar at broyta sína avgerð.

Falskar treytir

Í samrøðu við útvarpið 7. desember hevur hon ikki eitt einasta positivt orð at siga um tilboðið frá Novo, men rør hinvegin greitt framundir, at siga vit ja, kann hetta vera fyrsta stig til at lata medisinalfyritøkur taka ræði á okkara heilsuverki.

Millum nógv annað orðar hon seg soleiðis: ”mann skal vita tað, at vissi hetta er tann leiðin mann ætlar at fara, so kann tað vera, at sami leistur verða brúktur innan fleiri onnur øki í heilsuverkinum. Og tað er ein spurningur, um vit sum samfelag halda, at tær stóru medisinalfyritøkurnar skulu vera heilt inni í okkara heilsuverki, ella vit sjálv skulu vera tey, sum taka avgerðir og seta treytir”.

Um hetta er spurningurin, er svarið sjálvandi einfalt: Vit skulu siga nei við Novo og ráða sjálvi!

Problemið er, at hetta ikki er spurningurin. Sirið setur falskar treytir upp.

Fáar dagar seinni sigur partakvinnan hjá Sirið, Annita á Fríðriksmørk í lesarabrævi, at treytin hjá Novo Grunninum fyri at gera sína stóru íløgu í Føroyum, er, ”at føroyska heilsuverkið brúkar fyritøkuna.”

Tað er eisini ósatt.

Annita sigur eisini, at hetta snýr seg um, hvørt mann ”skal lata privatar fyritøkur koma inn í leiðsluna í føroyska heilsuverkinum.”

Tjóðveldiskvinnurnar siga sostatt, at hetta snýr seg um at verja føroyska fólkaræðið móti eini altjóða fyritøku, sum vil taka okkum av ræði. Og kemur ein fyritøka inn, standa aðrar klárar.

Fleiri onnur tjóðveldisfólk fara eisini á netið og mála ta mynd, at tilboðið frá Novo er ein hóttan.

Skeiv svar

Tríggir løgtingslimir seta síðani Sirið Stenberg eina røð av spurningum um málið, og svarini koma hósdagin 13. desember.

Men í staðin fyri at nýta hetta høvi til at greiða frá ætlanunum, tekur Sirið Stenberg upp í saman, at ”Fyrispurningurin frá Novo Nordisk Fonden snúði seg um, hvørt tað var áhugi fyri einum møguligum komandi samstarvi millum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk Fonden.”

Sirið sigur í svarunum einki um, hvat hetta ”møguliga samstarv” skuldi snúgva seg um. Sambært svarunum er alt so luftigt, at eingin kann taka støðu til tað. Men kortini endurtekur landsstýriskvinnan eisini í somu svarum, at eitt møguligt samstarv við Novo-grunnin hevur við sær eina røð av ”prinsipiellum og etiskum spurningum, sum vit ikki hava svar uppá í løtuni”.

Also: Vit hava einki ítøkiligt tilboð fingið. Men kortini er nógv at stúra fyri. Bæði prinsipielt og etiskt.

Men hvat er tað, vit skulu óttast, tá einki ítøkiligt tilboð er komið? Og hví koma fýra fólk frá Novo Grunninum til Føroya at hava stóran fund við nógv fólk, tá tey einki ítøkiligt hava við sær?

Tað ljóðar løgið. Og tað passar illa saman við tí, sum Jens Andreassen, serlækni við evstu ábyrgd av diabetisviðgerð í Føroyum, sigur við útvarpið 10. desember:

”Teir vildu bjóða okkum at lyfta alt diabetes viðgerðarøkið upp á hægri stig”, ger hann greitt, og umrøður ítøkiliga ein depil.

Sambært Jens undrast fleiri fólk á fundinum á góðu, ítøkiligu tilboðini frá Novo-grunninum. Andlitsbrøgdini søgdu ”passar hetta virkuliga, at tit koma og bjóða okkum alt hetta”. Soleiðis segði Jens seg uppliva tað.

Men í sínum svarum til Løgtingið leggur Sirið Stenberg dent á, at einki ítøkiligt tilboð er komið um nakað. Hon ger púra greitt, at ”fundurin okkara millum snúði seg ikki um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum.”

Tað hóskar ikki bara illa saman við tí, onnur hava sagt. Tað hóskar faktiskt eisini illa saman við tí, sum Sirið sjálv hevur sagt. Tí í drúgvari samrøðu við útvarpið 12. desember tosaði sama Sirið fleiri ferðir um eitt tilboð. Hon segði m.a. hesi orð: ”Á tí kunnandi fundinum, sum var her, tá varð tað bara snakka um eitt tilboð, sum var ein diabetesmiðstøð inni á sjúkrahúsverkinum.”

Tað er ikki lætt at síggja, hvussu hetta hongur saman við teimum svarum, sum landsstýriskvinnan gav Løgtinginum 13. desember. Tað virkar næstan sum um, at hon segði eitt við Kringvarpið og eitt annað við Løgtingið. Men tað mugu onnur meta um.

Suspektur grunnur

Tað líktist ongum, at Novo Grunnurin einki svar fekk í fimm mánaðir.

Knortluta svarið, grunnurin so fekk 23. november, líktist heldur ongum.

Men tað, Sirið, Annita og onnur tjóðveldisfólk síðani hava sagt, er tað ringasta. Tey hava nevniliga tilvitað gruggað málið, og sett Novo-grunnin í ringt ljós við at gera hansara ætlanir illgrunasamar.

Og tað hava tey gjørt við illgitingum og ósannindum.

Tað er fyri tað fyrsta ikki børsskrásetta fyritøkan Novo, sum bjóðar sær at gera íløguna í Føroyum. Tað er Novo Grunnurin. Og har er stórur munur. Ein fyritøka ger íløgur fyri at fáa handilsligt avkast. Tað ger ein grunnur ikki. Ein grunnur ger íløgur fyri at sýna sosiala ábyrgd og soleiðis vinna sær gott umdømi og vælvild.

Tá Mærsk A/S ger íløgur í eitt skip, er tað fyri at tjena pengar. Tá Mærsk-grunnurin ger íløgur í Salt á Tvøroyri, fornminni í Koltri ella stólar í Norðurlandahúsinum, er endamálið eitt annað.

So er eisini her. Novo-grunnurin er størsti eigari av fyritøkunum Novo Nordisk A/S og Novozymes A/S, sum annars hava stóran altjóða eigaraskarða. Grunnurin lutar hvørt ár út stórar upphæddir til heilsuviðgerð og -gransking.

Bara frá 2010 til 2017 hevur grunnurin latið meira enn 16 milliardir krónur til hesi endamál í norðurlondum. Og tað er gjørt uttan handilsligan vinning fyri eyga.

Fyrr í ár bleiv ein nýggj strategi løgd, sum hevur við sær, at árliga útlutingin verður munandi økt.

Grunnurin hevur gjørt avtalu um at fíggja fimm diabetes-sentur í Danmark og eitt í Grønlandi.

Íløgan í Føroyum skuldi vera tað sjeynda sentrið.

Allar hinar verkætlanirnar eru nú í gongd. Men ikki tann í Føroyum.

Higani bíðaði grunnurin fyrst eftir svarið í fimm mánaðir. So fekk hann eitt nei takk. Og so bleiv hann av landsstýriskvinnuni og hennara partafólkum við púra ógrundaðum illgitingum lagdur undir at vilja koma inn í føroyska heilsuverkið sum ein annar gjeyka-ungi, og taka frá okkum rættin at taka avgerðir og ráða sjálv.

Royndir at hyggja at

Misskil meg ikki. Sjálvandi skal eitt tilboð sum hetta viðgerast væl og virðiliga – ella ”prinsipielt og etiskt”, um mann vil. Tað krevur, at øll fakta verða løgd á borðið og at øll, sum varða av økinum, verða hoyrd.

Men í hesum føri er viðgerðarhátturin tó rættiliga upplagdur: Vit kunnu jú hyggja at teimum fimm støðunum í Danmark, har Novo Grunnurin hevur gjørt líknandi íløgur, og tilgongdin er komin heilt langt. Fyrsta avtalan bleiv gjørd í 2015, meðan seinasta avtalan – tann viðvíkjandi deplinum í Grønlandi – stutt síðani er gjørd.

Hvørjar grundgevingar hava verið har? Hvør hevur kritikkurin verið? Hvørjar hava royndirnar verið? Hvussu eru økini skipað? Hvørjar eru treytirnar?

Eg havi hugt á netinum. Har finst nógv og nágreiniligt tilfar. Nógv kjak – og eisini kritiskar røddir. Men bara allar ytsti vinstravongurin hevur verið beinleiðis ímóti – í nøkrum førum. Øll onnur hava sagt ja takk – samstundis sum treytin hevur verið, at fulli ræðisrætturin verður liggjandi hjá myndugleikunum. Veruleikin er jú, at verður slíkt ikki gjørt í almennum-privatum samstarvi, verður tað ikki gjørt yvirhøvur. Tí tað er so ovurhonds dýrt. Á heimsstøði verður bara ein minimalur partur av allari gransking einans fíggjaður av tí almenna.

Allir fimm viðgerðardeplarnir í Danmark eru skipaðir undir fullum ræði hjá almennu heilsumyndugleikunum. Ongin treyt fylgir við um at brúka ávísan heilivág ella viðgerðarslag.

Hyggur ein til Danmarkar sæst eisini, at tað, Novo Grunnurin hevur gjørt, bæði er at byggja diebetes-sentur, og at skapa fortreytir fyri heilsugransking. Í Grønlandi skal heilsugransking eisini skipast á sjálvum deplinum.

Men Sirið Stenberg hevur sagt við útvarpið, at gransking als ikki var partur av tí samstarvi, sum varð umrøtt. Tað tykist løgið, tí so hevði íløgan í diabetes-miðstøðina Føroyum verið øðrvísi enn hinar seks.

Men sjálvandi – sambært Sirið hevur Novo heldur ikki sett fram tilboð um nakra føroyska diabetes-miðstøð yvirhøvur...

Nevndarlimurin

Millum tað, Sirið Stenberg hevur ført fram, er, at Novo Grunnurin krevur at hava ein av fleiri nevndarlimum í diabetes-sentrinum í Føroyum.

Eg havi eisini kannað hetta. Í Danmark hevur Novo-Grunnurin ein av 6-7 nevndarlimum í teimum fimm sentrunum. Og endamálið er ikki at taka nakran av ræði. (Skilji heldur ikki hvussu mann skuldi kunnað gjørt tað við einum limi...).

Endamálið er fyri tað fyrsta at grunnurin skal kunnað fylgja við í og harvið kunna menna virksemið á deplunum. Hesi fólk hava jú stóran serkunnleika.

Fyri tað annað er endamálið, at grunnurin skal hava medábyrgd av menningini av deplunum. Hetta skal m.a. økja møguleikan fyri nýggjari fígging frá grunninum eftir tey fyrstu 10 árini.

Hevði Sirið Stenberg sett seg inn í hetta, áðrenn hon gjørdi hendan eina nevndarlimin til eina so stóra hóttan, hevði málið ikki blivið so gruggað, sum tað nú er. Tað hevði tikið henni minni enn ein tíma...

Men er tað púra avgerandi, at Novo Grunnurin ongan nevndarlim fær í tann depilin í Føroyum, sum grunnurin sjálvur skal fíggja, so er at siga tað við grunnin. Tað er ein løgin máti at samstarva uppá – men kanska tað eisini ber til.

Meira enn diabetes

Eg umboði sum fólkatingsmaður ikki nakran føroyskan myndugleika, og eg havi einki mandat til at taka nakra sum helst avgerð í hesum.

Men eg veit eitt sindur um tað, tí eg havi í mong ár - í samráð við myndugleikar og fakpersónar - roynt at lynnað undir soleiðis, at tað er blivið lættari at draga fígging til Føroya, sum kann menna føroyska heilsugransking og –viðgerð. Umframt, sjálvandi, at styrkja okkara búskap.

Eg havi í trimum førum fingið pengar til FarGen á donsku fíggjarlógini - einaferð átta, einaferð tvær og einaferð tríggjar milliónir. Hetta munar lítið. Endamálið hevur bara verið at flyta hesa verkætlan so langt fram, at tað gerst attraktivt fyri privatar íleggjarar, sum kunnu koma við "veruligum" pengum. Sovorðin gransking er nevniliga so dýr, at antin samstarva vit við onnur um tað - ella granska vit ikki.

Sum er dúva vit bara uppá ta gransking, sum onnur koma við.

Tað gera vit, hóast vit hava fyrstafloks granskarar og hóast Føroyar eru væl egnaðar til slíka gransking, tí okkara ílegusuppa er óvanliga konsentrerað.Her hava livað fá og isolerað fólk í nógvar øldir – og vit hava sera góðar ættarbandsskráir. Vit hava eisini eina framkomna lóggávu. Og fólk í Føroyum eru positiv viðvíkjandi slíkari gransking.

Men tað hevur framvegis ikki eydnast at fáa munagóðar privatar, útlendskar íløgur til FarGen, so eg játtaði, tá ein lækni í vár spurdi meg, um eg kundi hjálpa til við royndunum at draga íløgur til føroyska heilsugransking.

Nøkur fólk samlaðust so, og tey samdust um eina ætlan, har FarGen bleiv kombinerað við heilsukanningum – kallað ”FarGen-Health”. Men at søkja grunnar tekur nógva tíð, og hana hevði eingin. Tí samdust vit um at seta ein ráðgeva, sum hevði góð sambond í tí rætta umhvørvinum. Eg kundi brúka av míni játtan á Fólkatingi til hetta endamál, tí talan var um uppfylging av trimum fólkatingssamtyktum um at stuðla FarGen.

Síðani bleiv bankað á ymiskar hurðar – men tann hjá Novo Nordisk grunninum vísti seg longu at standa opin!

Á fundi við grunnin 28. september upplýsti Jannik Hilsted, leiðari, at grunnurin hevði sett fram tilboð um at byggja eitt diabetes-sentur í Føroyum, men ótolnaðist eftir svari. Honum bleiv so lovað, at Landsstýrið skuldi fáa boðini.

Men Novo Grunnurin var ikki bara áhugaður í hesum. Tá greitt varð frá um FarGen og hugskotinum um at kombinerað hetta við eina stóra heilsukanning, var áhugin stórur.

Ráðgevin skrivaði soleiðis í notatinum frá fundinum: ”Á fundinum bleiv sýndur stórur áhugi í FarGen Health, og í at stuðla undirstøðukervinum undir heilsugransking í Føroyum. Nevndar blivu stórar upphæddir sum 50-60 mió. kr. har Jannik segði hetta ikki vera avskrekkjandi stuðulsupphæddir um ambitiónin var at røkka granskingarúrslitum á altjóða støði.”

Notatið endaði við hesum orðum:

”Føroya Landsstýrið stendur nú við einum heilt einastandandi møguleika at fáa játtaðan stóran stuðul úr hesum stóra grunni komandi 10 árini til:

- Nýggjan væl útgjørdan ambulatoriubygning til diabetes og aðrar medisinskar sjúkur.

- Dagførdan frystara við robotti til Ílegusavnið / FarGen.

- Eina nýskapandi og altjóða einastandandi fólkaheilsukanning, sum saman við FarGen dátugrunninum veruliga kann stuðla undir eitt heilsugranskingarumhvørvi í Føroyum.”

Nýtt tilboð – nýggj tøgn

17. oktober var eg á fundi við Sirið Stenberg, har eg greiddi frá mínum virksemi, og teimum møguleikum, sum eg helt vera. Eg heilsaði henni eisini frá Novo-Grunninum og segði, at grunnurin hevði vónað at kunna fara í gongd í Føroyum í heyst, men framvegis bíðaði eftir svari úr Heilsumálaráðnum.

Eisini handaði eg henni notatið frá ráðgevanum, har tað greitt stendur, at grunnurin er áhugaður í at gera stórar íløgur í heilsugransking í Føroyum. Løgmaður var eisini við á fundinum.

Landsstýriskvinnan lovaði at kalla viðkomandi fólk inn at tosa um hetta.

Eg hevði vónað, at hon fór at taka sakina í egnar hendur, seta málið á skrá í Føroyum, og taka upp samband við grunnin fyri at samráðast um møguleikar og treytir.

Men einki hendi.

Tað einasta landsstýriskvinnan gjørdi, var, at hon 23. november sendi sítt famøsa bræv til Novo Grunnin.

Kann bjargast

Beint nú standa vit í eini støðu, har almennu føroysku boðini eru, at vit ikki arbeiða við hesum. Hinar seks miðstøðirnar eru í gongd. Vit standa eftir. Gransking, fíggjað av grunninum, er í gongd. Vit standa eftir.

Í almenna rúminum fýkur eisini við illgitingum um Novo Grunnin – settar fram á hægsta stað. Tað gagnar neyvan møguleikanum fyri at fáa málið aftur á beint. At illgita og tosa ósatt um onkran, ger tað ikki lættari at samstarva við viðkomandi seinni.

Men sjálvandi eiga vit at royna.

Eitt nýtt bræv má straks fara til Novo-grunnin, har sagt verður, at vit IKKI hava lagt lok á málið, men taka tað upp til viðgerar í januar.

Síðani skulu vit hava eitt orðaskifti um hetta, sum serliga byggir á tær royndir, gjørdar eru aðrastaðni. Tær vísa betur enn nakað, um hetta er tað rætta fyri okkum ella ikki, og um hald er í øllum illgitingunum.

Sirið Stenberg hevur bakkað eitt sindur síðani 23. november. Nú má hon venda við – og seta fulla ferð á motorin. Vil hon ikki tað, má leiðslan í Landsstýrinum – ella Løgtingið – taka sakina í egnar hendur og gera tað, sum skal til. Tí hetta málið er størri enn, at heilsumálaráðharrin kann súlta tað. Tað snýr seg um okkara búskap, okkara gransking – og fleiri 1000 føroyskar diebetessjúklingar.

Tað er ein vanlukka, um hesin møguleikin gleppur okkum av hondum uttan, at vit yvirhøvur hava viðgjørt hann við støði í fakta.