NOVEMBERVITJAN Í SUÐUROY - møtir og bíbliuleygardagur!

2018-12-11 03:30

Kristiliga Tíðindatænasta v/pjd - gjaranes@gmail.com - Tlf: +298 228214

Skrivað: poul jóhan djurhuus 06.12.2018


Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo

_________________________________________________________________________________________

NOVEMBERVITJAN Í SUÐUROY

- møtir og bíbliuleygardagur!

Í døgunum 18 - 25. november hevði Brøðrasamkoman í Suðuroynni vitjan av monnum norðaneftir: Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni, Hjørleif Vang, Poul Jóhan Djurhuus og Svenning av Lofti.

Vitjað var í øllum samkomunum á oynni, og fyrsta møti var í Bethel í Vági sunnukvøldið 18. november, har væl av fólki var til staðar. Síðani varð vitjað í Salem á Tvøroyri, í Vitninum í Hvalba, í Betania í Porkeri hóskvøldið 22. november, og um vikuskiftið vóru trý fylgjandi møtir í Bygdarhúsinum í Lopra, har væl av fólki kom ymsastaðni frá á oynni. Sunnumorgunin 25. november býttu teir seg millum allar samkomurnar í oynni.

Tað var Páll á Lakjuni, sum leiddi kvøldmøtini og felagssangin, og høvið varð givið til frían vitnisburð á øllum møtunum.

Bjóðað var til drekkamunn eftir hvørt møti, sum gav gott høvi til samfelag og samtalur.

Seinnapartin leygardagin, 24. november, varð lýst til bíbliuleygardag í Bygdarhúsinum í Lopra. Byrjað var kl.14:00 við fyrsta bíbliutímanum, og fjórði og seinasti bíbliutímin var kl.17:00. Undirvíst var í 2. Timoteusar brævi.

Eisini varð vitjað í húsini í Sumba, Lopra og Økrum við kristiligum lesnaði og innbjóðingum til møtini og bíbliuleygardagin í Lopra.


Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo