Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Norðurlandahúsið: Ikki húsa fimtu ráðstevnuni um oljuleiting í Føroyum!

Til: Norðurlandaráðharraráðið & Norðurlandahúsið

Gransking gjøgnum mong áratíggju hevur víst, at útlát av sonevndum vakstrarhúsgassum, ið bjálva jørðina, orsakað av brenning av fossilum brennievnum, elvir til alheimsupphiting og veðurlagsbroytingar, sum seta lívsgrundarlagið á jørðini í váða.

Føroyar liggja á einum týðandi markamóti millum Arktis og Norðuratlantshavið, og júst her fara álvarsamar broytingar fram í løtuni, sum við vaksandi ferð hótta tilveruna á okkara veðurbardu oyggjum. Okkara tilverugrundarlag, í mun til flutning, vinnu, mentan og mangt annað, er og hevur altíð verið tengt at havinum. Men havið, hesin ótroyttandi máttur, er nú vorðið ein av heimsins mest viðbreknu vistskipanum - hótt av havsúrgan, hitaøking og broytingum í saltinnihaldi, umframt at havstreymarnir við Føroyar, sum føra føðsluevni og luft runt heimshøvi, allarhelst fara at vikna - alt fylgjur av nýtsluni av fossilum brennievnum.

Hettar er nakað, sum Norðurlandaráðharraráðið, ið er evsti mynduleiki hjá Norðurlandahúsinum í Føroyum, er fullgreitt yvir, saman við teimum 197 londunum, sum hava viðtikið París Sáttmálan. París sáttmálin hevur sum mál at fyribyrgja vandamiklastu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum við at avmarka alheimsupphitingina til "væl undir" 2 gradir celsius og helst ikki meir enn 1,5 C omanfyri miðalhitan áðrenn ídnaðarkollveltingina. Fyri at seta hettar mál í perspektiv, kann vísast á, at miðalhitin á jørðini í 2016 - heitasta ár nakrantíð mált - var 1,1 C omanfyri, t.v.s. bara umleið 0,4 C frá 1,5 C málinum í París Sáttmálanum.

Norðurlandaráðharraráðið útgevur javnan ritgerðir um veðurlagsbroytingar og um, hvussu Norðanlond ganga á odda at slóða fyri varandi orkutøkni. Í hesum ritgerðum verður millum annað viðmælt, at stjórnirnar í Norðanlondum gevast við at stuðla fossila brennievnisídnaðinum til frama fyri at lata aktørum innan varandi orkukeldur hendan stuðul í staðin. Norðurlandaráðharraráðið metir tað vera búskaparliga ráðiligt at skifta til orkuskipanir uttan kolevnisdálking.

Tí er tað skeivt, um Norðurlandahúsið, ein føroyskur mentanarberi undir Norðurlandaráðharraráðnum, húsar ráðstevnuni "5th Faroe Islands Exploration Conference", har oljuleiting á føroyska landgrunninum er yvirskipaða ráðstevnuevnið. Serstakliga í kjalarvørrinum av tiltakinum "Ísurin hvørvur í Arktis - hvat merkir hettar fyri Føroyar?", sum eisini varð hildið í Norðurlandahúsinum, har fremstu altjóða granskarir innan havfrøði og Arktis saman við Boga Hansen júst hava víst á, hvussu álvarsomum veðurlagsbroytingum Føroyar stevna ímóti.

Jarðfeingi fer á hesi ráðstevnu at selja Føroyar sum oljuøki og eggja oljufeløgum at koma hagar at royna eftir olju. Hettar hóast, at vísindin sigur okkum, at stórur partur av verandi olju-, kol- og gassgoymslum ikki kann brennast, um málið í París Sáttmálanum, sum Føroyar hava viðtikið, skal røkkast.

Fjórða oljuútbjóðingarumfar á føroyska landgrunninum er í andsøgn við París Sáttmálan, og setir tískil lívsgrundarlagið í Føroyum í váða fyri stuttskygdan løtuvinning, sum er viðvirkandi til eina óvissa framtíð merkta av einum ekstremum veðurlagi. Hesum eigur Norðurlandahúsið at taka frástøðu frá í samsvari við veðurlagsframskygnið, sum eyðkennir Norðurlandaráðharraráðið.

Undirritað av:
Ringrás, 350.org, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Unga Tjóðveldi, Lau Øfjord Blaxekjær (útbúgvingarleiðari á West Nordic Studies á Fróðskaparsetri Føroya), Jens-Kjeld Jensen.