Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Norðlýsi = fake news?

Í samband við greinina hjá Norðlýsinum við yvirskriftini “Bert 10% av ferðsluni norður um fjall fer víðari til Norðoyatunnilin”, havi eg hesar spurningar.

Hvar fær greinarskrivarin 10% frá?
Onganstaðni í hoyringsskrivinum finst talið og orðingin, sum John William Joensen skrivar í Norðlýsinum 27. mars.

Í hoyringsskrivinum stendur, at ein stórur partur av ferðsluni fer til Klaksvíkar. Tað er onki nýtt í tí. Men onki tal verður nevnt!

Í hoyringsskrivinum stendur eisini, at ferðslumynstrið broytist nógv, og tað kemur at økja um ferðsluna, sum fer beinleiðis í Norðoyatunnilin.

Eg vil her vísa á, at í samferðsluætlanini 2012-2024, 1. parti er henda teljing at finna um pendlarar.



Altso 23% av pendlarum fara til Havnar. Hetta eru tøl frá 2005, altso fóru hesi um Leirvíksfjørð við Dúgvuni. Í kanningini verða skúlanæmingar ikki taldir við, og eingin ferðsla sæst millum Hvannasund og t.d. Leirvík, Kambsdal, Fuglafjørð, Runavík, Kollafjørð osfr., har vit borgarar vita, at tað í dag eru fólk, sum pendla. Harafturat kemur vinnulig ferðsla til handil, smoltstøðir, alibrúk, ferðsla til flogvøllin osfr.

Eg haldi meg hava fylgt rímiliga væl við í hesum málinum, tí má eg spyrja, hvar greinaskrivarin hjá Norðlýsinum fær tey 10%ini frá.

Harafturat kemur spurningurin, hvussu eitt tal fyri, hvussu nógvir bilar skulu í Norðoyatunnilin, um tað so var 10%, vera eitt argument fyri, at 1311 (ársdøgnmiðal ferðsla) bilar, eitt tal, sum sambært LV bara kemur at vaksa, úr tunlunum á Borðoynni skulu leiðast gjøgnum býin í Klaksvík eftir einum vegi, sum reelt er einssporaðum, tí at bilar eru parkeraðir framvið honum?

Meginparturin av ferðsluni spjaðist ikki fyrr enn hon fer um rundkoyringina á Posthúshorninum. Ein linjuføring inn sunnanfyri Klaksvík hevði deilt ferðsluna javnari í Klaksvík.

So fyri at koma aftur til spurningin, hvaðani stava tey 10%ini?

Hallgerð Akurstein