Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Norðhavnin skal leingjast norðureftir við tunnilstilfari

2020-06-25 06:49

Vit ynskja at skapa vinnuni best møguligar karmar til menning og vøkstur, og tí hevur eitt einmælt býráð samtykt, at gróttilfarið úr tunlunum norður um fjall fyrst og fremst verður brúkt til eina munandi víðkan norðureftir av Norðhavnini, har eisini arbeitt verður við at fáa grót úr møguligum frystitunlum.

Fyri okkum í Klaksvíkar kommunu hevur tað avgerandi týdning at arbeiða tætt saman við vinnuni til tess at skapa henni teir best møguligar karmar, og tí fegnist eg um góða samstarvið okkara millum, sum letur upp møguleikar fyri menning og vøkstri.

Ein týðandi partur av hesum er at útvega lendi til vinnuligt virksemi, og tí fegnast vit um, at tunlarnir norður um fjall skjótt verða gjørdir, tí umframt stóra týdningin fyri samferðsluna og trygdina her í Norðoyggjum, gevur henda tunnilsgerð eitt gott høvi til at útvega lendi til vinnuna.

Tí hevur tað eisini alstóran týdning fyri kommununa, at tunnilarbeiðið fer í gongd skjótt, og grót úr tunnlunum beinanvegin kann leggjast í Norðhavnina, so vit fáa víðkað um okkara vinnukarmar og taka neyðug stig fyri at økja um vinnumøguleikarnar í kommununi.

Útrokningar vísa, at einir 140 túsund rúmmetrar av gróti fáast úr báðum tunlum norður um fjall, og sjálvandi skal alt hetta tilfarið, brúkast til ymiskar skilagóðar verkætlanir øllum Norðoyggjum at gangi, men eyðsæð er, at Norðhavnin má fáa hægstu raðfesting.

Klaksvíkar kommunan hevur seinastu tíðina samskift við Landsverk um at fáa hendur á avlopstilfarinum, og eg fegnist um tann góða vilja, sum Landsverk vísir í hesum sambandi.

Stórir møguleikar í Norðhavnini
Umframt at Norðhavnin liggur í einum tí veðurbesta plássinum í landinum til skip at liggja, er henda djúphavnin blivin ein spennandi vinnuligur depil, har stórir møguleikar eru fyri vøkstri og menning.

Kommunan hevur bygt hesa havnina í framúr góðum samstarvi við vinnuna, sum var beinleiðis partur av týðandi byggistigum har. Í okkara langtíðarætlanum hevur ein víðkan av Norðhavnini altíð havt høga raðfesting, og nú eru góðir møguleikar fyri at gera álvara av tí.

Við at leingja Norðhavnina munandi norðureftir, verður bryggjukanturin og tilhoyrandi vinnuøkið víðkað burtur frá bygdum øki, og harvið fer at bera væl til at tilrættaleggja virksemið har, soleiðis at ljóð og larmur umgongst tí bygda økinum.

Ein annar sera áhugaverdur møguleiki í Norðhavnini er at bora frystitunlar, sum bæði skapa pláss á landi og útvega gróttilfar til havnabygging.

Einmælt býráð
Málið um avlopsgrót úr tunlunum norður um fjall hevur verið fyri í øllum avvarðandi nevndum og í býráðnum, sum einmælt samtykti at raðfesta Norðhavnina fremst, síðan eina víðkan av bátahylinum í Árnafirði, sum eisini fer at geva Bakkafrost betri umstøður har, umframt aðrar raðfestingar.

Eftir tilmæli frá fíggjarnevndini samtykti býráðið somuleiðis einmælt at heita á landið um at geva byrgingini um Haraldssund og umkoyringarvegnum undir Kjøli hægstu raðfesting øllum Norðoyggjum at gagni.

Sum borgarstjóri fegnist eg bæði um góða samstarvið við vinnuna og um hvussu høgt býráðið eisini raðfestir hesi týðandi viðurskifti í okkara kommunu. Spennandi verður at arbeiða víðari við hesum ætlanum, nú arbeiðið upp á tunlarnar norður um fjall vónandi heilt skjótt fer at byrja.

Klaksvík, 24. juni 2020
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri