Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nólsoyar Páll á Skálatrøð

2020-11-13 09:51

Her eitt skitsu uppskot hvussu man kundi skipað Skálatrøð í framtíðini.

Av tí at Nólsoyar Páll nú skal flytast úr Vágsbotni kundi hann verið ein partur av hesum uppskotið.

Sum man sær í fleiri øðrum londum kring okkum ger man nógv burturúr at byggja kanalir og vatnspegl tí slík støð tiltrekkja okkum menniskju.

Á viðfestu mynd er eitt skitsu uppskot har man grevur av aftur part av Skálatrøð (leyst grót) so man fær eitt 1-2m djúpt vatnspegl við brúgvum og "oyggjum".

Innanfyri er bilhús sum eisini kann rúma smáhandlar, kafe o.a.

Vegastrekki framvið Skálatrøð verður flutt afturum bilhúsið, so man hevur "waterfront" frían fyri bilaferðslu.

Framtíðar Skálatrøð:

- 4-500 parkeringspláss

- smáhandlar

- útilív við cafe v.m

- sambinding við Vágsbotn

- eitt vatnspegl fyri trivnað á sól síðuni har Nólsoyar Páll eisini fær sítt pláss úti á vánni.

Borgari í Tórshavn