Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Jens Kr. Vang / portal.fo

Nólsoy í stórari menning

Tað er vøkstur í Nólsoy og oyggin er í stórari menning, hetta skyldast fyrst og fremst tí stóra fyritaksemi, sum er millum nólsoyingar. Vit uppliva eina blómandi ferðavinnu kveikta og sprottin úr huga og hondum nólsoyinga. Somuleiðis hava nólsoyingar fingið nýggja matstovu við livandi tónleiki, sum fær ferðafólk í hóptali at vitja oynna.

Ikki minst er tað gleðiligt, at áhugin er vaksandi fyri at seta búgv í oynni, og at ferðafólkatalið út í oynna alsamt veksur. Meðan fólkatalið hevur verið minkandi í flestøllum oyggjum í Føroyum, hevur fólkatalið verið vaksandi í Nólsoy, og áhugin fyri at flyta út í oynna er stórur.

Eitt tað fyrsta vit í meirlutanum í Tórshavnar býrað valdu at raðfesta, var netupp útstykkingar í bygdunum í kommununi, herundir í Nólsoy. Tí var tað gleðiligt, at vit kundu boða frá um dagarnar, at 5 grundstykkir nú eru tøk í Nólsoy, og at tilmeldingin til hesi er byrjað og heldur fram til 8 mars.

Málið við at stykkja út grundøki í Nólsoy hevur í býráðshøpi verið á breddanum síðani 2006, men tó uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr. Ynskið hjá sitandi meiriluta er, at tað skal vera møguligt at seta búgv í bygdunum og oyggjunum í kommununi fyri ein sámuligan prís.

Tørvur er ikki bara á grundøkjum í Nólsoy, áhugi er eisini fyri leigu- og eigaraíbúðum og summarhúsum. Hesum vilja vit stuðla og virka fyri.

Tað er tó ikki bara í Nólsoy, at kommunan stykkjar út. 22 grundstykki verða gjørd í Kollafirði í løtuni, avgerð er tikin um at selja tey 4 írestandi grundstykkini í Kaldbak, og farið er undir eina útstykkingarætlan til summarhús í Hesti.

Hóast trýstið eftir bústøðum er størst í Havnini, og at vit politiskt av øllum alvi arbeiða við at loysa hesa jaligu avbjóðing, so ynskja vit samstundis, at framburðurin skal síggjast aftur í øllum økjum og bygdum í kommununi, soleiðis at tað verður møguligt at seta búgv í allari kommuni.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu