Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Nólsoy aftur eftir hæli

2013-10-07 21:05

Fólkatalið minkar í Nólsoy. Í dag búgva 100 fólk færri í Nólsoy enn fyri 30 árum síðani. Hesi árini er fólkatalið minkað næstan ein heilan triðing. Í 1986 búðu 315 fólk í Nólsoy. Í dag eru tey 216 í tali.

Í dag eru so at siga eingi privat arbeiðspláss í Nólsoy. Flakavirkið er burtur, skipini eru burtur, útróðurin er so at siga hildin uppat o.s.fr. Tey allarflestu, sum hava arbeiði, arbeiða í Havn og ferðast dagliga ímillum.

Alt gott um tað at siga, men tann stóri munurin í fólkatalinum stendst helst av, at nólsoyingar ikki longur hava síni egnu arbeiðspláss, sum tey, ið áður vóru á flakavirkinum, á skipunum, í útróðri og alivinnu. Ein máti at steðga minkingini í fólkatalinum í eini oyggj sum Nólsoy er at virka fyri nýggjum virksemi og arbeiðsplássum í bygdini.

Tórshavnar býráð hevur ásannað, at bygdirnar í kommununi skula raðfestast fremri. Tí er sett ein økisnevnd, har allir flokkar eru umboðaðir. Stevnan í breiða samstarvinum um bygdir og økismenning er púra greið: “Avgjørt er at stovna eina serstaka økisnevnd at viðgera og taka stig til at menna bygdir kommununnar á øllum økjum”.

“Nevndin arbeiðir í høvuðsheitum yvirskipað og tvørgangandi, men tekur eisini upp mál fyri einstakar bygdir. Dømi um mál, sum nevndin kann taka upp, eru: útstykkingar til bústaðir og vinnu, vetrarfriðing, vegir og ferðslutrygd, vinnumenning, ferðasamband, skúlaviðurskifti, dagstovna- og ungdómsmál, ítróttar- og frítíðarvirksemi til allar aldursbólkar v.m.”

Var á borgarafundinum í Nólsoy hendan dagin. Áhugaverdur og lívligur fundur við nógvum hugskotum. Nógvir spurningar vóru daglig mál, sum kunnu loysast í eini handavend, er vilji til tess. Onnur eru truplari at fáast við og krevja meira tíð og pening.

Tað, sum peikaði einamest frameftir, var uppskotið um eina peningajáttan til mennandi endamál í oynni.

Hetta samsvarar væl við tað, sum Tjóðveldi í býráðnum hevur framført um, at økispolitikkurin er at rokna sum einki, verða ikki teir bjørtu tankarnir fylgdir upp við eini peningaligari avseting, sum økisnevndin kann gera tilmæli til býráðið burturúr.

Fyrsta fíggjarætlanin hjá nývalda býráðnum er til viðgerðar í hesum døgum. Vit vænta, at býráðið í verki verður samt um at raðfesta bygdirnar so mikið ítøkiliga við serstakari peningajáttan hesi komandi árini, at nógv munagott sæst eftir, tá skeiðið er runnið.

Vit hava við opnum ørmum tikið bygdirnar upp í landsins oddakommunu. Nú eiga vit ikki at lata tær sigla sín egna sjógv.

Jógvan Arge