Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nógv fólk bíða eftir viðgerð

2020-06-25 20:38

Nógv fólk bíða eftir viðgerð

Koronastøðan hevur havt við sær, at virksemi í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv skert. Og heilt nógv fólk bíða eftir viðgerð. Eg havi sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um hetta.

1. Hvørja ávirkan hevur koronusmittan havt á virksemið í sjúkrahúsverkinum ?
2. Hvussu nógvir sjúklingar hava verið noyddir at bíða eftir kanningum, viðgerðum, endurvenjing og øðrum ?
3. Hvussu eru virksemistølini í sjúkrahúsverkinum higartil í ár sammett við somu tíð í fjør ?
4. Hvat hevur verið gjørt fyri at byrgja fyri avleiðingum av útsettum sjúklingatænastum ?
5. Verður nakað serligt gjørt frameftir fyri at innheinta bíðilistarnar í sjúkarhúsverkinum ?

Koronu støðan er serstøk og hevur avleiðingar á samfelagið alt. Eisini í sjúkrahúsverkinum hevur koronutilbúgvingin kravt nógv, og vanliga virksemið hevur verið bæði ávirkað og skert.
Vit hava frætt, at fólk hava hildið seg aftur at fara til lækna, samstundis sum virksemið hevur verið skert í sjúkrahúsverkinum. Fyri nakrar sjúkubólkar er óivað okkurt, sum kann bíða, hóast tað hevur avleiðingar fyri fólk. Í øðrum førum kann størri vandi óivað verða, um álvarsom sjúka ikki verður funnin í rættari tíð, og neyðug viðgerð sett í verk. Eisini kunnu stórar avleiðingar verða av eitt nú manglandi endurvenjing, har førleikamissur í ringasta føri ikki kann endurvinnast. Umframt hetta koma sálarligu avleiðingar, sum eru av støðuni sum heild.
Spurningurin er, hvussu sjúkrahúsverkið, nú virksemið er økt aftur, kann innheinta bíðilistarnar, og hvørja tænastu fólk kunnu vænta at fáa. Eisini er áhugavert at fáa at vita, hvat hevur verið gjørt í koronutíðini fyri at byrgja fyri avleiðingum av niðursetta virkseminum í sjúkarahúsverkinum, og hvat verður gjørt frameftir hesum viðvíkjandi. Í eykajáttan herfyri er víst á, at Almannaverkið tørvar eyka pening fyri at fáa bøtt tey afturstig, sum teirra borgarar hava verið fyri orsakað av koronu. Spurningurin er tí eisini, um nøkur líkandi skipan er fyri sjúklingar, sum eisini hava verið fyri afturstigi.