Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Neyðugt við fjølbroyttari og effektiva bústaðarbygging

2022-08-10 07:26

Bústaðartrotið í Havn er ovurstórt, men kortini verður stykkja út til tey fáu við alt ov nógvum sethúsa- og raðhúsaútstykkingum. Hetta verður gjørt á Argjum og á stóra dýrabara vátlendinum Stórutjørn í Hoyvík, sum goymir og upptekur eina rúgvu av CO2. Hetta er ikki burðardygg býarmenning. Hvørki sosialt ella umhvørvisliga.

Tí hvør fær verið við her? Tað eru tey fáu við høgu inntøkunum. Tað er ikki einligi forsyrgjarin, heilsurøktarin ella støku fólkini. Tað er av alstórum týdningi, at vit fáa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað og byggja so nógvar bústaðir sum møguligt, tá vit keypa lendið.

Vit áttu heldur at stykkja lendið út, soleiðis at pláss er fyri íbúðarbygningum fyrt og fremst og so nakað av raðhúsum. Bústaðir kundu bygt. Kommunan kundi bygt eldrabústaðir. Men meirilutin hevur broytt verkætlanina og vil ikki hava íbúðarbygningarnir longur. Bústaðatalið minkar tí munandi.

Vit eru sostatt kalla inn til ein eyka býráðsfund til at minka um bústaðartalið, og tað kennist heilt margháttiligt. Mítt brennandi ynski er, at vit fáa útstykkingarætlanina broytta, áðrenn sáttmáli við arbeiðstakara verður undirskrivað. Næstbest er, at ætlanin verður broytt seinni.

Elsa Berg