Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Neyðtøkutilbúgving er neyðug

2020-05-30 09:59

NEYÐTØKUTILBÚGVING ER NEYÐUG

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at seta eina neyðtøkutilbúgving á stovn í sjúkrahúsverkinum. Bæði Amnesty og politiski myndugleikin hava í felag viðgjørt málið. Orsøkin til at ætlanin ikki er framd í verki er, at tað var so stórur mangul uppá gynækologar. Hetta gjørdi tað ógjørligt at áleggja nýggjar uppgávur.

Nú er tað gleðiliga hent, at gynækologiska økið hevur fingið sett fleiri læknar í starv. Tí havi eg sett landsstýrismanninum K aj Leo Holm Johannesen nakrar spurningar um ætlanin er at seta eina neyðtøku tilbúgving í verk, og nær hon verður klár – tí slík tilbúgving er tiltrongd.

“Í grannalondunum eru neyðtøkutilbúgvingar, sum hava greiðar mannagongdir um, hvussu fólk, sum hava verið fyri neyðtøku, kunnu venda sær til eina neyðtøkutilbúgving fyri at fáa goymt og tryggjað prógv, og at fáa aðra og neyðuga hjálp í sambandi við brotsverkið. Hetta hevur hjálpt fleiri fólkum seinni í einum møguligum rættarmáli og at fóta sær aftur aftan á so ógvusligt brotsverk.


Annars er gjørt eitt stórt arbeiði saman við fleiri áhugabólkum og stovnum fyri at varpa ljós á, at m.a. sex krevur samtykki og onnur upplýsandi og fyribyrgjandi átøk mótvegis neyðtøku.” sigur Sirið Stenberg