Nei til stoppur – ja til fakligheit og álit

Seinnu árini er tað almenna vorðið alt meira fongt við einum pappírsveldi, ið leggur dent á eftirlit og dokumentatión, heldur enn at fokusera uppá tær tænastur, ið viðkomandi stovnur skal veita. Eitt dømi um hetta eru mál og avriks sáttmálarnir innan tað almenna.

Feskasta dømi um henda arbeiðshátt er ”stopp-urs” kanningin innan eldrarøktina, har minuttir og sekund til at hjálpa okkara eldri at eta, fara á wc og fáa heilivág varð skrásett. Hetta hendir samstundis, sum játtanin til eldrarøkt er skorðin inn á bein. Tann alt ov lítla og dýrabara tíðin, ið er til eldrarøkt, verður enn minni, tí alt skal skrásetast.

Mál og avrik eitt haft um beinið

Sambært roknskaparkunngerðini hjá landinum skulu aðalráðini gera mál og avriks sáttmálar við stovnarnar undir aðalráðunum. Fyri kortum hoyrdist í miðlunum, at mál og avriks sáttmáli var gjørdur við Suðuroyar sjúkhús. Sagt var, at sáttmálin ásetti fleiri skurðviðgerðir og minni av fysioterapi. Møguliga eru onkur staðbundin viðurskifti, ið eru orsøkin til at fysioterapiin minkar, hetta setir tó ein sera áhugaverdan spurning. Hvat verður valt frá tá ið avrikssáttmálar áseta t.d at talið av skurðviðgerðum verður økt ? Hvussu er við kreativitetinum og innovatiónini tá ið fokus skal leggjast á at uppfylla málini í sáttmálanum, er tá nøkur tíð eftir til nýhugsan.

Ein annar viðkomandi spurningur er, um sáttmálar viðvíkjandi mál og avrik eru rætta amboðið, tá ið tað snýr seg um almennar tænastur so sum sjúkrarøkt, eldrarøkt og undirvísing. Vit eiga at kanna hvussu nógv tíð verður brúkt uppá at dokumentera ístaðin fyri at veita tænastur, hvat kann øll henda dokumentatiónin brúkast til og verður hon yvirhøvur fylgd upp og brúkt til nakað, ella liggur hon bert og samlar støv í onkrari skuffu.

Amboð ið hoyra kapitalismuni og ídnaðarsamfelagnum til

Hesi stýringsamboð hava sín uppruna í byrjanini av hesi øldini, tá ið Henry Ford fekk verkfrøðingin Taylor at gera tíðarkanningar innan bilframleiðsluna. Hesir tankar løgdu lunnar undir samlibands framsleiðsluna av bilum. Trupulleikin er bert tann, at røkt av menniskjum ella undirvísing kunnu ikki samanberast við møtrikkar og motorar. Hetta eru deyðir lutir og teir hugsa ella føla ikki. Tí hoyrir hesin hugsunarháttur, eftir mínum tykki, ikki heima innanfyri almennar tænastur, har tað nærum bert snýr seg um menniskju.

Eldrarøktin sum dømi

Okkara grannalond hava eisini roynt alla hesa skrásetingina millum annað innan fyri heimarøktina. Grundgevingin fyri at skráseta alt er rættartrygdin hjá borgaranum og at tænastan skal kunna skjalfestast, um onkur klagar. Sambært ársfrágreiðingini frá landsgrannskoðanini fáa øll eldri, ið fáa heimahjálp, eina útgreinaða rokning hvønn mánaða, ið vísir hvussu teir dýrabæru minuttirnir, ið tey hava fingið í heimahjálp, undanfarna mánaðin, eru brúktir. Eri vís í, at tey eldru heldur ynskja sær meira tíð til tænastuna enn at síggja, í smálutum, hvat ið tey hava fingið av hjálp.

Tað ber til at skipa eldrarøktina og aðrar almennar tænastur øðrvísi

Kanningar úr Danmark vísa, at heilsustarvsfólkini kenna tað sum at tey mugu leggja fakligheitina til viks og lata seg stýra av eini samlibandshugsan, tá ið tey eru til arbeiðis. Hetta kennist sera frustrerandi. Samstundis vísir tað seg, at nógv av hesi dokumentatión verður als ikki brúkt til nakað. At hetta eisini er galdandi í Føroyum er nógv ið bendir á. Grundgevingarnar fyri at skráseta so nógv eru, sum áður nevnt, rættartrygd og dokumentatión, um onkur skuldi funnið uppá at klaga um veittu tænastuna. Tað er tó so, at ongin skipan er so skotsikkur, at ikki ber til at snýta, so ella so.

Stoppur skift út við einum øðrum slagi av leiðslu.

Í Keypmannahavn hevur man avtikið teldilin og er farin frá einstøkum tænastum sum t.d bað til at bjóða ein morgun pakka, døgurða pakka og so framvegis. Hetta merkir, at heilsustarvsfólkini útfrá eini fakligari meting av dagsforminum hjá pensjonistinum, sjálvi avgerða, um viðkomandi skal í bað týsdag ella mikudag hesa vikuna. Heilsustarvsfólkini hava eisini ábyrgdina av, um tað tekur 10 minuttir at geva einum borgara tænastuna, ið henni nýtist og eitt sindur longur hjá einum øðrum borgara, enn rokniarki sigur. Øll tænastan byggir á eina fakliga meting hjá heilsustarvsfólkinum.

Tað er tó ov einfalt, bert at siga, ongin skráseting skal vera og at hvørt sekund skal nýtast til røkt. Tá ið ein strikar stoppuri, má okkurt annað setast í staðin, og tað hevur alstóran týdning at styrkja fakligheitina. Tað merkir at heilsustarvsfólkini skulu hava tíð til, at sparra við onnur, um hvussu truplu uppgávurnar skulu loysast, og krøv verða sett til fakliga menning.

Endurskoða mál og avrik

Landsstýri eigur at endurskoða ásetingarnar um mál og avriks stýring og seta sær spurningin, tænir skipanin sínum endamáli. Tað kann verða, at hetta amboðið kann brúkast við góðum úrsliti, innan onkur økir. Men tað eru uttan iva nógv økir, har tað er óneyðugt og bert tekur tíð frá høvuðsuppgávuni, at veita borgaranum tænastur. Lat okkum strika kontroll og misálit og ístaðin seta álit á starvsfólkini og fakligheitina í hásæti.

Tað snýr seg um, at satsa uppá fakligheitina innan tað almenna. Øll skráseting, ið ikki kann grundgevast við øðrum, enn tørvinum hjá leiðsluni at hava kontroll við starvsfólkini, eigur at avtakast. Um okkurt starvsfólk misnýtir tað álit, ið verður víst teimum, ber til at siga viðkomandi úr starvið, heldur enn at varðveita eina skipan, ið byggir á misálit. Vóni at eisini kommununnar fara at taka henda táttin upp, tá ið tær sjálvar skulu skipa eldraøki.


Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna