NEI til Samferðslupakkan og NEI til hægri avgjøld á bensin og diesel
2022-03-17 11:44
Føroya Bil-eigarafelag tekur frástøðu frá uppskotinum hjá samgonguni um at hækka avgjøld á bensin og diesel. At avtaka brúkaragjøldini til undirsjóvartunnlarnar er somuleiðis ikki rætt at blanda uppí samferðslupakkan.
Symbolsk gjøld til undirsjóvartunnlar er í ordan, og felagið heldur, at ferðafólk og bilar úr øðrum londum eisini skulu geva sítt íkast til raksturin av undirsjóvartunnlunum. Um tunnilsgjøldini verða tikin av, kann hugsast, at vegakerviði skjótt kemur niður á sama vánaliga støð,i sum restin av vegakervinum.
Felagið tekur sostatt ikki undir við Samfersðlupakkanum. tí vit halda ikki, bileigarin skal hava rokningina fyri nýggja ferju til Suðuroynna.
Føroya Bil-eigarafelag mælir sostatt til at taka uppskotið aftur, tí tað ikki er nakar fyrimunur hjá vanliga bileigaranum.
Nevndin í Føroya Bil-eigarafelag