Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nei til politistatin Føroyar: hví epidemilógin ikki bert er óneyðug, men vandamikil og autoriter!

2020-03-21 13:56

Alt hetta,, by the way, verður gjørt so at verja okkara eldru borgarar – sigst.

Hahaha!!! Nær the fuck byrjaðu vit at brýggja okkum um “tey eldru”...

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

Løgmaður og fútin boða frá, at ein sonevnd epidemilóg er ávegis.

Kært barn hevur mong nøvn, men tá alt kemur til alt, er hetta at geva okkara myndugleikum óhoyrdar heimildir - heimildir, sum miða eftir at stjórna flestum táttum mannalívsins; heimildir, sum gera seg inn á okkara borgararættindi og frælsi. Heimildir, sum als ikki, á ongum móti, standa álvarseminum kurl.

Virusið, Covid-19, er vandamikið, men bert vandamikið fyri nøkur. Men tað, at núverandi tiltøk kanska gera, at vit lættari sneyta upp tilburðir og slatra um hvønn annan, sum, forrestin, fyriuttan at vera óeftirfarandi, tykist mær so grúuliga ódámligt, og tað, at hetta aftur kanska verjir eitt ávíst tal av eyka viðbreknum borgarum, sum annars ikki høvdu verið uppdagaðir og vardir, kann tað veruliga verjast, tá vit kenna tær ófrættakendu avleiðingar, sum standast, tá eitt samfelag fer í híð – er tað tað vert? Nei, tað haldi eg ikki.

Eitt eru tiltøk, eitt annað tað faktum, at tað nú er komin ekstremur sportur í at vera “góður” og “moralskur”, at vera felagsliga sjálvfeitur, og sum fær einhvønn mann við einum eiti av gagnmetandi skilvísi at vamlast. Fyrradagin bílegði eg mær einar stuttbuksur frá netfyritøkuni Etsy. Í gjár fekk eg at vita, at “item is on its way”. Deiligt. Men í gjár kom enn ein mailur, hesuferð frá tess CEO, sum helt, at eg fór at finna ugga í hansara “In these difficult times... bla bla bla”-boðum. Hann sjálvur, CEO, bara gev mær míni fucking shorts!

Men tit, við epidemilógini, her tosa vit lóg og tiltøk, sum í roynd og veru ger Føroyar til eitt nationalmoralistiskt løgregluland, og tí, tessvegna, gongur beint ímóti einum líkinda rættarsamfelagi. Tað er sum um, at alt gongur, at alt kann gerast, at løgmaður, fúti, landslækni og smittulækni kunnu gera hvat sum helst-við hvønn sum helst-nær sum helst... soleingi teir brúka, ja, misbrúka jargongina “hetta, tit, er fyri at verja okkum ímóti Corona”. Alt gongur. Alt fucking gongur. (Men vit eru jú, hóast alt, føroyingar, soe...)

Um nakar so mikið sum dittar sær at tala at tí, ið fyriferst, at føroyska fólkið faktiskt verður sett undir umsiting, steðga við at skúla okkara børn og kroysta garnarnar út úr búskapinum, íðan, so verður tú sum vant skuldsettur fyri “ikki at leggja í mannalív”. Alt hetta,, by the way, verður gjørt so at verja okkara eldru borgarar – sigst. Hahaha!!!As if. Nær the fuck byrjaðu vit at brýggja okkum um “tey eldru”? Sosialt lív er antin steindeytt ella avstarvað. Vinnuligt virksemi so sirka tað sama. Landskassin bløðir og ALS tømist. Hartil, apropos viðbrekin, hevur tú ágangin, sálarliga veik eru fyri sum úrslit av hesum drakonisku átøkum. Har er eitt ótal av menniskjum, kliniskt viðkvom og hjartkipt børn, sum direkta líða orskað av hesum fyllandi maktgreðingum. “Vald er einasti hugur, tú ikki troyttast av”, mælti Oscar Wilde á sinni. Rætt hevði hann.

Gamaní, nøkur almannaheilsu-tiltøk eru neyðug so at tempra virusið. Eg totalt styðji uppundir nakrar av teim áheitanum og átøkum, hvussu óvanlig og ógvuslig tey enn máttu verið, til tess at fáa bilbukt við virusinum. Men epidemilógin gevur landinum nákvæmt og beinhart vald á okkum. Og tað í eitt áratal – bíða bara. Ávísar avmarkingar í mun til frælsi vegna fólkaheilsu, nú epidemiin valdar, eru kærkomnar. Men at lata landið rippa okkara frælsi og rættindi til sín er ógóðtakiligt og burtur úr vón og viti.

Eingin, og eg endurtaki eingin!, skal taka burtur mítt grundlógartryggjaða frælsi, okkara frælsi – eitt súrt vunnið frælsi, mind! – at gera nakað so hedonistiskt sum at spassera mær ein túr ella seks, havi eg hug til tað – saman við ellivu øðrum ella ei. Eiheldur skal nakar gera av, hvussu nógv ella hvørji menniskju eg loyvi inn í mín bústað, mín matrikul, ella sekta meg fyri hetta og hatta. Soleingi mín hjávera ikki er beint hóttandi, skal ongin geva mær harraboð um øðrvísi.

Hetta er ikki eitt kríggj, men ein kreppa, vit og verðin eru í, løgmaður. Og vit skulu gera okkara ítarsta at koma ígjøgnum hana – í hesum eru vit øll samd. Men tað skal vera yvir mítt klænvaksna lík, at eg fari at gera ”hvat sum helst” at basa hesum kinverska krími – tí tað er tað, tað er: tað er eitt krím, tað er dekan fremmant og vandamiklari enn vanligt krím, men enn eitt krím, og kemur úr Kina.

Men, sært tú, epidemilógin og tað, at binda niður eitt heilt samfelag, sjálvt í hesum óvanligu tíðum, avmarkar seg ikki einans til eitt mál um fólkaheilsu. Tí tað, ið eginliga er í vága, er spenningurin millum land og fólk, millum stat og borgara – millum “hvat sum helst”-brigaduna og okkum, okkara frælsi og rættartrygd.

Her er ein lúrin líkleiki ímillum tíðindaflutning sum mekanisma og eitt politiskt narrativ, sum hevur fingið fastatøkur í makthavandi elituna. Í hesum føri er tað Corona-virusið, ið verður borið víðari við sosialum sambandi, og har hvør sum helst felagsskapur ella savnan av fólki merkir, at tað er vandi fyri, at virusið fer frá einum persóni til annan. Samband millum fólk verður tí fatað sum ein smittuvandi í sjálvum sær, sum aftur samsvarar við politiska hugburðin, sum sær sosial sambond á eksakt henda hátt: sum nakað eitrandi og hættisligt. Virusið, orðað øðrvísi, var tí til sum ein politiskur metaforur væl áðrenn, tað varð veruleiki, og kann tí trúttast niður í eitt narrativ, sum var til longu tá.

Modernaði staturin ger sær nevniliga dælt av “eyka-demokratiskum” tiltøkum at prógva sín legitimitet, eitt nú vísindalig ella aðra rættvísgering at fremja sín politikk – tað, hann vil. Og við epidemilógini fer løgmaður við sínum myndugleikariðili at siga, at tað er hansara vón, at vit øll koma sterkari burturúr hesum.

Men tað, eg haldi, hann meinar við, er at hann vónar, at landið, okkara valdsskipan, kemur sterkari burturúr hesum. At fólkið fer at verða uppaftur meiri bundið enn nú til landið og tess valdsskipan – og, vónandi, lættari at stýra og minni boysið. So jú, eg haldi, at vit eru vorðin lættari heilavill í royndini at loysa henda trupulleika, hesa kreppu; og eg trúgvi, at vit sum samfelag fara at iðra okkum um hetta vitloysi, sum ivaleyst fer at verða verri enn virusið sjálvt.

Dr. David L. Katz (founding Director of Yale University’s Prevention Research Center) greiddi soleiðis frá í The New York Times í gjár:

I am deeply concerned that the social, economic and public health consequences of this near total meltdown of normal life — schools and businesses closed, gatherings banned — will be long lasting and calamitous, possibly graver than the direct toll of the virus itself. The stock market will bounce back in time, but many businesses never will. The unemployment, impoverishment and despair likely to result will be public health scourges of the first order.

 Ístaðin mælir hann til ’herd-immunity’ – strategiina sum greitt besta langtíðarloysnin.

If we were to focus on the especially vulnerable, there would be resources to keep them at home, provide them with needed services and coronavirus testing, and direct our medical system to their early care. I would favor proactive rather than reactive testing in this group, and early use of the most promising anti-viral drugs. … This focus on a much smaller portion of the population would allow most of society to return to life as usual and perhaps prevent vast segments of the economy from collapsing. Healthy children could return to school and healthy adults go back to their jobs.

Og soleiðis, heldur enn at frelsa okkum, fer “kururin” at gera av við okkum.

So meðan nøkur, í besta nationalprotektiónistiska róma, lovprísa hvørjumøðrum fyri “gott arbeiði”, meðan vit gera hvat sum helst fyri at geva fremmanda deyðsvirusinum banahøggið, loyvi eg mær at øtast víðari.

Hetta kennist bara alt so sera, sera skeivt.

So um-forlátilsi, um hetta, ikki at taka undir við og rætta seg eftir tí, landsstýrið og løgregluovastin diktera, er off-message.