Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Nei til lættari atgongd til rúsdrekka

2020-06-05 10:04
Sosial- og almannapolitikkur - 

Tað eru framvegis røddir frammi í Føroyum, sum vilja lættari atgongd til at keypa rúsdrekka. Men lættari atgongd til rúsdrekka vita vit hevur við sær økta nýtslu av rúsdrekka - tað undirbyggja eisini nógvar kanningar.

Í november 2018, mælir eisini okkara Fólkaheilsuráð frá víðkaðari atgongd til rúsdrekka.

Ein týðandi spurningur í hesum málinum er, hvussu nógv verður drukkið av hvørjum einstøkum, sum drekkur. Fólkaheilsuráðið leggur dent á, at tað skal ikki drekkast meira enn 7 eindir, kvinnur og 14 eindir, menn, um vikuna. Her er talan um vísindaligt grundarlag fyri, at ovnýtsla kostar fleiri sjúkur, og hetta tilmælið verður enntá strammað upp í framtíðini.

Avleiðingarnar av lættari atgongd til rúsdrekka er prógvað og hevur við sær, at nýtslan økist munandi.

Lættari atgongd økir søluna, og tað vil siga, at vit í Føroyum fara at drekka meira.

Orsøkin til greiða tilmælið frá Fólkaheilsuráðnum er tengt at, hvussu bæði stutt- og langtíðarárinini av rúsdrekka eru í Føroyum.

Tað kann kosta samfelagnum nógvar pengar, um rúsdrekkanýtslan økist. Eg skal her vísa til eina grein, sum stendur at lesa á DR, um at ovnýtsla av rúsdrekka kostar danska samfelagnum umleið 13 mia. kr. árliga, eitt nú í heilsuútreiðslum, inntøkumangli, sosialum veitingum og óhappum.

Av hesum 13 mia. kr. árliga eru bara 4 mia. kr. dekkaðar av avgjaldi. Hesi tølini taka ikki eingang hædd fyri sosialum arvi og øðrum skaðiligum framtíðarfylgjum.

Eg fari at loyva mær at umskriva og hugleiða hesi tølini inn í føroysk viðurskifti:

- Umleið 1% av fólkinum eru misnýtarar, svarandi til umleið 500 føroyingar

- Misnýtarar hava umleið 100.000 kr. í lægri inntøku um árið, víst á somu kanning omanfyri, t.v.s. nógvar 10-tals túsund krónur minni í inntøku um árið

- Misnýtarar eru umleið 2-4 ferðir dýrari fyri heilsuverkið

- Børn hjá misnýtarum hava umleið 5 ferðir hægri stuðulsveiting uttanfyri heimi

Hvussu nógv løgreglumál munnu ikki hava íblandað rúsdrekka, tá hugsað verður um ferðslu, ófrið, harðskap o.a.

Misnýtsla av rúsdrekka er eisini annað enn ein privatsak. Vit síggja týðuliga, at tað hevur ávirkan á alt samfelagið, og tí meti eg slettis ikki, at loysnin er at liberalisera eitt økið, har misnýtslan er so høg og hevur so óhepnar sosialar og búskaparligar avleiðingar.

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin