Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nei til Apartheid – ja til kærleikan

2013-12-03 20:14

Tá rasisman var í hæddini í Suður Afrika, tá var tað bannað at gifta seg við aðrari rasu. Útsjóndin hevði størri týdning enn kærleikin.

Hetta ljóðar kanska langt úti, men tíverri eru Føroyar í 2013 onki frægari. Í Føroyum hevur sexualitetur meir at siga enn kærleiki.

Eins og undir Apartheid tíðini, so ger mann alt fyri at nokta einum ávísum samfelagsbólki somu rættindi sum restini av okkara borgarum. Tað byrjaði longu fyri nøkrum árum síðan, tá fólk gjørdu alt fyri at verja sín rætt til at niðurgera fólk, sum ikki høvdu sama sexualitet sum tey. Tað endaði við, at rættvísið sigraði, og nógv fólk blivu ill, tí tey mistu rættin at niðurgera fólk vegna sexualitet.

Nú er mann so komin eitt stig víðari. Nú er tað rættinum til kærleika, sum fólk berjast ímóti. Argumentið er: “Um tú ikki hevur sama sexualitet sum eg, so hevur tú ikki rætt til eina borgarliga vígslu!”

Um tú talar at teimum, sum eru ímóti javnrætti, so er mótargumentið: “Also tað kann væl vera, at Jesus ikki sigur eitt orð um samkynd, men tað stendur also í bíbliuni, at samkynd ikki skulu giftast”. Jú, men í somu bók stendur eisini, at vit ikki mugu skiljast. Hvussu ber tað til, at tit ikki skriva dagliga um tykkara ónøgd viðvíkjandi skilsmissu? Tað sigur ikki heilt lítið um dupultmoralin. Men lat tað fara, tí átrúnaður er irrelevantur í hesum samanhanginum. Hetta er ikki eitt religiøst mál, men eitt juridiskt mál. Hóast nógv tykjast halda, at vit liva í teokratiskum samfelag, har guds lógir eru galdandi, so er veruleikin, at vit liva í einum demokratiskum rættarsamfelag, sum byggir á verðsligar lógir.

Í grundini er hetta øgiliga einfalt: Ynskja vit eitt demokratiskt rættarsamfelag, har øll verða viðfarin eins? Ella ynskja vit eitt teokratiskt samfelag, har mann ger mismun á fólki?

Hergeir Staksberg