Nei takk til oljuna

2019-03-24 19:31

Tá orðaskifti var í tinginum um at fara aftur undir oljuboring var støðan greið; Føroyar skulu aftur bora eftir olju. Tað skulu vit, hóast vit í 2030 skulu nýta grøna orku á landi. Tað skulu vit, hóast vit vita, at um vit skulu halda Paríssáttmálan, skulu minnst tveir triðingar av teimum lívrunnu brennievnunum, ið longu eru funnin, verða liggjandi. Tað skulu vit, tí annars eru vit dupultmoralsk, varð sagt, tí enn hava fátækastu londini í heiminum tørv á lívrunnum brennievni. Vit kunnu tí ikki bara keypa, men verða noydd at spýta í kolasvørtu oljutunnurnar.


Dupultmoralur

Fimm tey størstu olju- og gassfeløgini í heiminum hava síðan 2015 brúkt í miðal 195 milliónir dollarar upp á grøna marknaðarføring, meðan 200 milliónir dollarar afturat eru brúktar upp á at stýra, seinka ella seta seg upp ímóti bindandi umhvørvispolitikki. Hetta kunngjørdi bretski serfrøðingastovnurin InfluenceMap fríggjadagin. Hetta vísir dupultmoral á hægsta stigi. Oljuídnaðurin letst vera ein partur av loysnini, men arbeiðir í veruleikanum heldur við tí fyri eyga, at linna krøvini fyri egnan vinning. Hetta vísir veruleikan í, at fyri hendan ídnaðin snýr tað í síðsta enda seg um pengar, ikki um heimin ella okkum, ið búgva her.


Vit noyðast at hugsa nýtt

Vit skulu við øðrum orðum berjast við sterkar kreftir, tá vit vilja velja burðardyggar loysnir. Tað er ikki lætt, men tað er tað rætta at gera. Eg skilji væl, at tað tykist trupult at fara ímóti status quo. Men um vit vilja, at heimurin skal vera í nøkulunda standi, tá okkara børn og ommubørn skulu búgva her, so noyðast vit at reisast úr bleytu sofuni og hugsa nýtt. Vit vita longu nú, at ein stórur partur av oljuni skal verða liggjandi.


Hvat kunnu vit gera nú?

Samgongan hevur sett sær sum mál, at vit skulu gerast grøn á landi í 2030. Hetta er eitt gott mál, sum krevur umlegging av vanum og bygnaðum. Eg trúgvi neyvan, at hetta verður framskundað, um vit finna olju. Heldur tvørturímóti. Lat okkum tí taka eina avgerð um, at vit velja oljuna frá, har vit kunnu. Og vit kunnu væl lata vera við at bora eftir olju. Lat okkum vísa londunum í heiminum, ið vit - sambært røðarum á tingsins røðarapalli - skulu hjálpa við oljuleiting, at vit kunnu vísa á eitt samfelag, ið gongur á odda við øðrum loysnum enn olju. Eisini ber til at gera íløgur í betri burðardyggar loysnir fyri hesi samfeløgini, hvørs mannarættindi verða skerd av oljuídnaðinum, beinleiðis og óbeinleiðis. Beinleiðis, tí øki verða ognartikin fyri ein og hvønn prís, har fólk búgva og liva. Óbeinleiðis, tí tað verða fátækastu samfeløgini í heiminum, ið verða rakt av veðurlagsbroytingunum fyrst og í størstan mun. Lat okkum siga nei takk til oljuna.

Ingilín D. Strøm, løgtingsvalevni hjá Javnaðarflokkinum

Keldur:

Amnesty International, 2018. Nigeria: Amnesty activists uncover serious negligence by oil giants Shell and Eni, amnesty.org

Clark, Duncan, 2015. How much of the world's fossil fuel can we burn?, The Guardian, guardian.co.uk

InfluenceMap, 2019. Big Oil’s Real Agenda on Climate Change, influencemap.org