Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Natúrligt at velja heimsins bestu skipan

Føroyar eru ein perla, ið telist millum frælsastu og ríkastu lond í vesturheiminum, og júst hetta er natúrliga orsøkin til, at fólk í Føroyum hvørki vilja ella kunnu velja eina ”stjórnarskipan”, ið ger landið fátækari og óstøðugt

Nógv av heimsins londum hyggja norðureftir, og tey síggja perluna í Norðuratlantshavinum.

Tey síggja ikki bert vakurleikan, sum er vørumerki Føroya. Eisini síggja tey, at Føroyar eru eitt hitt mest frælsa fólkið í vesturheiminum.

Hví man tað vera?

Svarið er einfalt.

Føroyingar eru við í einum ríki, har ið tað mesta letur seg gera, bara skil er í.

Hetta stendur í kontrast til onnur lond. Tak til dømis Skotland, ið droymir um okkara skipan í Ríkisfelagsskapinum. Í grundini eru sera fáar avmarkingar í okkara skipan. Vit gera, sum vit vilja, í samstarvinum í ríkinum.

Er hetta ikki natúrliga orsøkin til, at fólk í Føroyum hvørki vilja ella kunnu velja eitt annað og ótryggari samfelag og stýrislóg?

Og er hetta ikki høvusorsøkin til tvídráttin og óhøvisku atferðina ímóti teimun, sum vilja varðveita Ríkisfelagsskapin, og at Danmark verður sett sum tann óndi mótparturin?

Orsøkin er sjálvsøgd. Ríkasta og fríasta land í heiminum er torført at argumentera ímóti. Fólkið livir og sær veruleikan hvønn dag. Tey spyrja seg jú sjálvsagda spurningin. Hví skulu fólk velja annað og verri fyri seg sjálvi og sínar eftirkomarar?

Finsen-fundurin

Í farnu viku skipaði Føroya Væl, veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, fyri einum orðaskifti um sonevndu ”stjórnarskipanina”, har ið Bárður S. Nielsen, Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale (í staðin fyri formann Javnaðarfloksins) vóru við og fingu høvi at leggja síni sjónarmið fram. Fundurin var í Finsen, gamla kommunuskúlanum í Tórshavn.

Á fundinum kom m.a. fram, at Grundlógin er ikki samtykt av Føroya fólki. Hetta koyrdu Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale nógv uppá fyri at rættvísgera, at nú skal ”stjórnarskipanin” trýstast ígjøgnum.

Svarið er sjálvandi, at Grundlógin er givin øllum í Ríkisfelagskapinum. Fólkið hevur fingið eina Grundlóg, bæði í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. Hetta var eftir, at fólk kravdu eina Grundlóg við rættindum og skyldum, og hana fingu tey frá kongi. Sjálvandi var eingin fólkaatkvøða í 1849, hvørki í Danmark, Føroyum ella Grønlandi.

Okkara Grundlóg er verjan hjá fólkinum. Í henni liggja frælsisrættindini, sum við vilja eru sera trupul at broyta. Eitt slag av verju hjá fólkinum móti politikarunum, ið hava hug at kollvelta og taka frælsisrættindi, júst sum Høgni og Sjúrður.

Man má rósa myndugleikunum fyri, at Grundlógin kom friðarliga. Franska kollveltingin er mótstykkið. Hon kom í 1789, vardi í 10 ár og í túsundatali av fransmonnum og -kvinnum endaðu í guillotinuni og mistu høvdið.

Betongjura ella fornuft?
Sjúrður Skaale hevur altíð verið ímóti Grundlógini. Júst sum hini tjóðveldisfólkini.

Hann skýrir hana og myndugleikar, ið tulka hana, fyri okkurt slag av jarnbetongjura og

-juristum. Á fundinum førdi hann fram, at føroyingar krevja inn skatt, hava yvirtikið kirkjuna, ráðevni í undirgrundini, hava eina heimastýrislóg og annað.

Primitivi boðskapurin er, at alt hetta er í stríð við Grundlógina.

Men er hetta í grundini ikki beststa prógv um tað øvugta, og hvussu liðiligt systemið hevur virkað í praksis? Hvussu væl hóskandi og liðilig skipanin er og er praktiserað? Næsten alt ber til, sum skil er í.

Fólk við sunnari fornuft skilja ikki, hví mótstøða er móti so stórum frælsi í ríkinum.

Rúmligur felagsskapur
Tak eitt nú víðfevndu søluna af fiski til Russlands. At kalla øll onnur lond í Europa boykotta Russland í felag, men vit í Føroyum gera, sum vit vilja.

Hetta vísur hvussu rúmligur Ríkisfelaskapurin er, eisini tá ið tað stendur á altjóða.

So hoyra vit sjálvandi landsstýrismannin í vinnu- og uttanlandsmálum leika í, og tað sær út, sum hann loftar hvørjum høvi til at skapa konfliktir. hann einans er ónøgdur og skapar konfliktir. Men sannleikin er, at alt ber til – ikki minst í handilspolitikki, sum í grundini er uttanríkispolitikkur fyri ómetaliga nógv lond, og eisini fyri Føroyar.

Ríkisfelagskapurin er, sum alt annað, ein spurningur um fyrimunir og vansar. Fyri føroyingar er ongin ivi. Tað eru nógv fleiri og stóri fyrimunir enn vansar.

Hetjudyrkanin slær aftur

Minnast tit sjálvshetjudyrkanina hjá Høgna Hoydal?

Hon er nakað soleiðis, og sum einaferð enn varð endurtikin á fundinum í Finsen.

”Føroyingar høvdu koyrt við trillibøru enn, uttan iva við fýrakantaðum hjólum. Einki flagg, einki sjómark, eingir vegir, einki nakað, um ongin Tjóðveldisflokkur var”.

Vit hava hoyra hetta aftur og aftur. Egnu hetjudyrkan bagir onki, men hetta er ikki sørt háðandi fyri stóra meirilutan av føroyingum, sum hava bygt hetta land – eisini áðrenn 1948, tá ið Tjóðveldisflokkurin føddist og so smátt fór at stetla.

Sambandsfólk eru bulvirkið
Um perlan í Norðuratlantshavi skal gerast upp aftur ríkari, fríari og hava hitt mesta frælsið, so er tað mest natúrliga at halda fast við Grundlógina og Ríkisfelagsskapin.

Eg eri meiri sannførdur nú enn nakrantíð um, at sambandsfólk í Sambandsflokkinum og sambandsfólkini í Javnaðarflokkinum eiga stóran heiður fyri, at Føroyar eru ríkar, fríar og – fremst av øllum – eitt vælferðarsamfelag í Ríkisfelagsskapinum.

Sambandsfólk siga ja til tað góða, sum byggir upp, og nei til tað, ið ikki tænir fólkinum ella Føroyum.

Soleiðis hava sambandsfólk verið skjøldur Føroya fólks og góðgeri.

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin